Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndir og nøvn av vinnarunum 2014

Tíðindaskriv

Her kunnu myndir av øllum vinnarum í innandurakappingini hjá Bláu Bylgjuni síggjast.

Her kunnu myndir av øllum vinnarum í innandurakappingini hjá Bláu Bylgjuni síggjast.

Í døgunum 27.-29. desember var stóra Innandurakappingin hjá Bláu Bylgjuni, sum er nevnd Bylgju Cup. Nógv lið luttóku og sum heild var talan um væl nøgdar luttakarar og fyriskiparar. Fyri yngru leikararnar hjá U14 og niðureftir er hetta eitt av fótbóltsligu hæddarpunktunum á árinum.


KÍ best í eldru ungdómsdeildunum

Hyggja vit eftir ungdómsdeildunum, so stóð KÍ seg væl í eldru ungdómsdeildunum. KÍ vann kappingina hjá U18 og U14, meðan KÍ liðið hjá U16 tapti finaluna móti Team Hoyvík.


HB sat tungt á teimum yngstu

Gullið hjá U12, U10, U8 og U6 fór til Havnar. Eitt B36 lið vann hjá U12 í harðari kapping við eitt HB lið, har finalan vardi í 15 uttan at nakað mál kom og tí skuldi brotssparkskapping til. Í somu kapping vardi bronsu dysturin í 14 minuttir áðrenn nakað mál kom. Hetta gjørdi, at kappingin bleiv nakað seinkað seinni á degnum. Hjá U12 vann B36 liðið brotssparkskappingina. Hjá U10 vann HB eftir longda leiktíð, meðan HB hjá U8 var einaráðandi við at vinna gull, silvur og bronsu. Fyri fyrstu ferð var ein U6 kapping royndarkoyrd og har fingu fleiri av liðunum undantaksloyvið at brúka eldri leikarar, um tey ikki fingu mannað lið. HB vann hesa kappingina. Komandi ár skipar FSF fyri U6 kapping og tískil kemur U6 kappingin nokk í fasta legu um 1 ár.

Niðanfyri eru myndir við nøvnunum av øllum vinnarunum í innandurakappingini í Klaksvík í ár.