Flogbóltur: Men føroysku dreingirnir megnaðu ikki at taka góða spælið frá sigrinum á Onglandi í gjár við til dystin í móti Íslandi.
Flogbóltur: Men føroysku dreingirnir megnaðu ikki at taka góða spælið frá sigrinum á Onglandi í gjár við til dystin í móti Íslandi.
Til hesa NEVZA-kappingina í Ikast hava U17-dreingirnir spælt fýra dystir, tapt tríggjar og vunnið ein. Tapt 3-1 ímóti Noregi, 3-0 móti Danmark, 3-0 móti Íslandi og vunnið 3-2 á Onglandi.
Dysturin í dag var í móti Íslandi. Í morgin skulu teir aftur møta Noregi.
U17-gentur eru eisini til kapping. Tær hava tapt allar dystirnar.
Norðlýsið var á staðnum í dag við myndatólinum.




