Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndir úr Skúvadali og eystan av fjøllum í gjár

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Hóast tokan lá tung yvir vatninum við hólmanum, longur eystur, niðan á eggina og í Bjargamansdali, so sá eitt sindur ørvísi út vestureftir. Yvir havinum var nógvastaðni klárt, men á flestu landoddunum, sum vendu suðureftirt lá tokan tjúkk oman yvir, eitt nú á Borðoyanesi, Mjóvanesi, Eystnesi og ikki minst yvir Nólsoynni.

Nakrar myndir eru av Hólmanum á Vatninum. Tað vekir til umhugsni tá ein sær ógvusliga munin á gróðrinum har og av lendinum bert fáar metrar innanfyri hólman.

Dmi spáddi í gjár, at tað skuldi vera klárt, jú tað var tað í støðum. Í dag siga teir eisini at tað skal vera turt í Klaksvík, men fyri løtu síðani fingu vit eitt æl. Tað er ikki bara bara hjá veðurfrøðingum at spáa um veðrið í hvørjum króki, tað boðað myndirnar eisini frá.