Fríggjadagin varð skipað fyri tiltakinum "Náttúran og menniskja" úti í Grøv og fitt av fólki hevði leitað sær út í Grøvina í góðveðrinum.
Í síðstu viku varð skipað fyri nógvum ymiskum tiltøkum í Klaksvík, og eitt av teimum var miðsummarhaldið fríggjakvøldið. Umframt at fólk høvdu møguleikan at grilla, so beyð Jógvan Ravnsfjall frá Norðoya Fornminnafelag vælkomin og Hans Hjalti Skaale, býargartnari helt røðu, eina annarleiðis røðu, ið verður prentað í Norðlýsinum fríggjadagin.
Eftir miðsummarhaldið, varð farið gongutúr niðan á Myrkjanoyrafjall, men hóast hetta var triðja ferðin hjá mær, at roynt var at fara niðan og tað sá gott út tíðliga á kvøldinum, so køvdu hann av um toppin tá komið varð niðan í Køldukynn. Tey nøkur vendu aftur, ímeðan onkur úrmælingur treiskaðist niðaná teir vóru einir 20 í tali, hvussu nógv teir sóu veit eg ikki, men hann køvdi av tað løtuna vit sótu í Køldukinn. Men løtu seinni, tá vit vóru komnir omanaftur á Kjølin, var aftur klárt á toppinum, men vit vendu ikki niðanaftur, so er bert at royna aftur næsta ár.




