Leiðandi limur í undanfarnu og núverðandi samgongu, hevur tað páhald, at orsøkin til lægri inntøku í januar mánaða hjá Klaksvíkar kommunu er, at ein meiriluti hækkaði skattin og tað fær fólk at flýggja úr kommununi.
At lágur skattur skapar nakran ovurhonds stóran vøkstur og vælferð, eru tað næstan bara Bush og Fólkaflokkurin, ið halda uppá í 2009.
Altjóða kanningar hava víst, at sterkastu búskapirnir í heiminum eru norðanlond, við høgum skattatrýsti og nógvari vælferð, og legg til merkis vælferð til tey nógvu, og ikki bert til ein lítlan part av fólkinum.
Útrokningar eru gjørdar í Danmark, sum vísa at almennar íløgur skapa 3 ferðir so nógvan búskaparvøkstur sum skattalækking nú alheims búskaparkreppa er . Hetta sjónarmið taka sjálvt teir búskaparligu vísmenninir undir við.
Hví hækkaði skattaprosenti í Klaksvík
Orsøkin var, sum flest øll vita, at Klaksvíkar kommuna hevði rent seg fasta og mátti hava eitt bráðfongis lán á 20 mió, um hon skuldi verða før fyri at gjalda sínum kreditorum her í býnum, tær 16 mó hon skyldaði og hava eitt sindur eftir til likviditet.
Hvat hevði hent um hesir kreditorar, millum annað teir ið útbyggja ósaskúlan og aðrir smáir arbeiðstakarar í býnum, ikki høvdu fingið peningin.
Teir fóru kanska í gjaldssteðg og hvat hevði so hent við arbeðsloysi og skattainntøkuni hjá Klaksvíkar kommunu. Hevði hon hækkað, neyvan.
Samgongan hevði sett kommununa í so stóra skuld, at ongin vildi læna væntandi peningin, uttan eini haldbærari ætlan fyri at gjalda lánið aftur. Henda ætlan innihelt stórar sparingar og hækking av skattaprosentinum, tí tað var ein treyt fyri at nakar vildi læna kommununi pening.
Partar av somu samgongu sum høvdu brúkt peningin, vildu ikki hækka skattin og skákaðu sær harvið undan ábyrgd av tí støðu, tey sjálvi høvdu sett kommununa í. Tí tók minnilutin, Javnaðar- og sambandsflokkurin, um endan og atkvøddi fyri at hækka skattin.
Hetta var møguliga taktiskt skeivt, tí veljarin straffaði tey ið hækkaðu skattaprosenti. Men í mun til at taka ábyrgd, var hetta rætt, hóast ein ikki fekk nakað herðaklapp fyri tað.
Um Fólkaflokkurin trýr, at Javnaðarflokkurin fegin hækkar kommunuskattin, so ferð hann skeivur. Vit vita at kommunuskatturin rakar sosialt skeivt og tí royndu vit eisini at bøta um hetta, við at innføra sytskinafrádrátt í barnaansingini sum ein mótvekt, so at barnafamiljurinar ikki vóru so hart raktar av hesi hækking.
Skattainntøkan hjá Klaksvíkar kommunu
At samgongulimir undrast yvir, at skattainntøkan lækkar er sín søk. Tó vænti eg, at tey hóast alt fegnast um, at tað ikki eydnaðist teimum at fáa teirra uppskot til fíggjarætlan ígjøgnum. Tey settu inntøkurnar fleiri mió hægri, enn metingarnar hjá figgjarmálaráðnum og tey vildu ikki hækkað skattaprosenti.
Eitt er, at um tey fingu sín vilja ígjøgnum, so hevi kommunan enn verið í tí støðu, at hon ikki fekk lán og tí ikki kundi gjalda sínum skuldarum. Eitt annað er, at skattainntøkan fyri januar hevði verið munandi lægri enn hon er um skattaprosenti ikki var sett upp.
At Kósin er stongd og 200 – 250 fólk eru uttan arbeiði í Klaksvík í dag, er høvuðsorsøkin til at skattainntøkan í januar er minni enn somu tíð í fjør. Veit onki um at nakar skattgjaldari er flýggjaður úr býnum vegna tess at skattaprosenti er hækkað. Tað búgva 4930 fólk í Klaksvíkar Kommunu í dag, so her er ongin fráflyting.
Sjálvandi skulu vit nú hyggja frameftir og síggja møguleikar heldur enn forðingar. Tað hevur tó alstóran týdning at læra av tí ið farið er , so tú ikki ger somu feilirnar umaftur. Fólkið ið búleikast í Klaksvík eru von við at taka tøk, eisini tyngri enn hetta, og eg ivist onga løtu í at vit fara at fóta okkum aftur við egnari megi.
Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur




