Tá ið el-løðistøðin var tikin í nýtslu í Klaksvík var ein HT flokkur frá TSK við. Næmingarnir í flokkinum fingu til uppgávu at eygleiða ymiskt og brúka sínar sansir. Aftaná hátíðarhaldið sótu næmingarnir og festu allar sínar eygleiðingar á pappír og úrslitini vóru sera áhugaverd, ymisk og til tíðir stuttlig.
Tá ið el-løðistøðin var tikin í nýtslu í Klaksvík var ein HT flokkur frá TSK við. Næmingarnir í flokkinum fingu til uppgávu at eygleiða ymiskt og brúka sínar sansir. Aftaná hátíðarhaldið sótu næmingarnir og festu allar sínar eygleiðingar á pappír og úrslitini vóru sera áhugaverd, ymisk og til tíðir stuttlig, skrivar Gunnhild Dahl Niclasen, lærari.
Frísk kaldlig luft.
Mannfólkaluktilsi, tað minnir um Hugo Boss.
Væl meira av mannfólki enn konufólki.
Tað eru umleið tíggju konufólk.
Pluss minus tríggjar.
Hetta er eitt tiltak, ið dregur meira menn enn kvinnur.
Nógvir dýnujakkar.
Næstan allir eru svartir.
Tveir el-bilar.
Tesla.
Ein er brúnur og ein er silvur.
Tann brúni kann løða upp til 400km.
Hjá tí brúna kostar ein túrur til Havnar og aftur uml. 90 kr.
Hjá silvurbilinum er tað uml. 40 kr.
Onkur tosar um mannin, sum eigur tann brúna bilin.
Hann er ein ríkur maður.
Tey tosa stillisliga um hann.
Tey næstan teska.
Tað er sum tey eru bangin fyri, at onkur skal hoyra.
KVF er her og Röddin.
Her eru øgiliga nógv kamera.
Ein maður gongur runt og tekur uppá.
Hann tekur film av mongdini.
Nú er hann farin at taka film av bilinum.
Har er ein ung kvinna.
Hon hevur stórt hár, við rennandi krúllum.
Hár hennara er tann vælkenda føroyska livurposteihárfarvan.
Hennara húðarlitur minnir um húðarlitin hjá Jasmin úr Aladdin.
Tey eru farin til bandið.
Bandið er ikki grønt.
Bandið er ein karry gul/grøn farva.
Tað er skuffandi, hvussu lítil saksurin er.
Tvey føroysk fløgg eru at síggja.
Tað verður víst, hvussu mann koyrir el í bilin.
Mongdin hyggur við stórum eygum.
Her eru tveir menn við ógvusligum eygnabrúm.
Hetta eru eygnabrýr, sum vilja nakað.
Tær standa ordiliga út.
Tær fara næstan fyri eyguni hjá monnunum.
Gular buksur eru eisini at síggja.
Tær hanga øgiliga nógv.
Inni í býráðshúsinum er heitt.
Her eru nógvir flottir málningar.
Her eru nøkur modellskip – tey eru reyð, hvít og svørt.
Her er matur.
Her er eitt klaver.
Ein maður spælir upp á klaverið.
Violintónar eru at hoyra inn ímillum.
Ein maður við einum fantastiskum skeggi.
Tað er eitt skegg, sum verður kallað eitt ordiligt mannfólkaskegg.
Ein annar maður við einum stórum, tjúkkum, máttmiklum og fyldigum yvirskeggi.
Tað er væl klipt.
Mann sær, at hann hugsar um, hvussu hansara yvirskegg sær út.
Hann vil hava, at fólk skulu leggja merki til tað.
Tað luktar av eini blanding av kirsuberlakressi, eddikki og Hugo Boss luktilsi.
Tað er ikki bara okkurt kirsuberlakress.
Tað er lukturin av Läkerol kirsuberlakressi.
Allir hesir luktirnir settir saman, er tó ikki ein sera góð samanseting.
Maðurin við tí máttmikla yvirskegginum flytur seg.
Eddikklukturin er burtur.
Kirsuberlakress lukturin byrjar so spakuliga at fara.
Hann er næstan farin.
Ein maður fer eftir onkrum í lummanum og koyrir eitt lítið runt ting í munnin.
Kirsuberlakresslukturin er komin aftur.
Her eru nógv fólk.
Her er musikkur, her er prát og her er látur.
Tað er ikki til at hoyra, hvat fólkini tosa um.
Tú hoyrir bara, hvat tín síðumaður sigur, um tú ordiliga lurtar.
Musikkurin frá klaverinum tekur nøkur orð.
Tú fangar bara, hvat tín síðumaður sigur, um tú sært munnin flyta seg við orðunum.
Hølið er lítið og fólk troðka.
Ein maður við einum kamera trokar seg í gjøgnum mongdina av fólki.
Hann skumpar fólk til síðis.
Hann skundar sær at siga orsaka.
Fólkini reagera ikki.
Tað fer frá einum hugnaligum stemningi til larm.
Ein maður sigur okkurt í mikrofonina.
Tað blívur friðarligt.
Borgarstjórin tosar.
Hann hevur eina røðu um framtíðarplanir og samstarvið við SEV.
Borgarstjórin hevur klædning á.
Hetta er ikki ein klædningur til tað fínasta selskapið.
Hetta er ein arbeiðsklædningur.
Sum flestu menn nú á døgum, so hevur hann skegg.
Tað er eitt skegg við skili í.
Tað er ikki tjúkt, men heldur ikki tunt.
Tað er akkurát perfekt skegg til ein ungan borgarstjóra.
Ein kona heldur nú røðu.
Hon tosar eisini um framtíðar planir.
Hon er lítil.
Hon hevur brúnt hár.
Tað er niður til økslina og tjúkt.
Hon hevur ein reyðan frakka á.
Formaðurin í SEV tosar nú.
Hann tosar um el-støðina, framtíðarplanir og um samstarvið við Klaksvíkar kommunu.
Hann hevur ein bláan klædning á.
Hann hevur eisini ein arbeiðsklædning á.
Hann hevur ljóst brúnt hár.
Tað er sett upp á ein fínan máta.
Hansara skegg er nýliga rakað.
Borgarstjórin tosar aftur.
Hann nevnir okkurt um Nólsoyar Páll.
Hann skal vegna NP, av onkrari orsøk, geva okkurt til onkran.
Tað, sum hann skal geva, hevur upp á onkran máta, okkurt við onkran garð at gera.
Borgarstjórin gevur hetta til persónin.
Øll flenna, tá ið hann gevur hesum persóni tað.
Luftin inni í hølinum er blivin tung.
Fólk byrja aftur at práta og flenna.
Klaverið spælir aftur.
Luftin følist brúkt.
Tað, sum følist, sum ein hugnaligur stemningur fyri tey flestu, er blivið tungligt fyri nøkur fá.
Nøkur fólk fara úr hølinum.
Tey fara út til ta frísku luftina.
Mann kann hoyra tey anda luftina djúpt niður í lunguni.
Tey seta prís á ta frísku luftina.
Tey njóta hana og seta orð á, hvussu góð hon følist.
Áðrenn tey fara inn aftur til ta brúktu tungu luftina, anda tey einaferð afturat djúpt inn.




