Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næmingar av Studenta- og HF skeiðinum á Kambsdali – á Kalsoynni

John William Joensen

Í samráð við næmingarnar varð avgjørt at arbeiða við evninum bygdalív og bygdamenning, nú árligu evnisdagarnir vóru á skránni.

Ætlanin varð so, at næmingarnir á ymiskan hátt skuldu lýsa føroyskt bygdalív – serliga við støði í umstøðunum hjá ymisku bygdunum í Kalsoynni. Summi settu sær fyri at gera ein stuttan film yvir søgnina um kópakonuna; onkur gjørdi eina fjølbroytta myndarøð um lívið í Kalsoynni; nøkur viðgjørdu spurningin um, hvussu børn og ung hava tað í smábygdum; og uppaftur onnur lýstu við drúgvari grein og samrøðum, hvørji politisk viðurskifti eyðkenna gerandisdagin á hesum plássum – millum annað hvørjar fyrimunir og vansar bygdirnar á Kalsoynni síggja í teirri vaksandi altjóðagerð, sum støðugt broytir livikorini hjá fólkum bæði á meginlandinum og á útoyggj.

Evnisdagarnir byrjaðu við at flokkurin mánamorgunin stakk inn á gólvið hjá Klaksvíkar Kommunu og heilsaði uppá borgarstjóran, Steinbjørn O. Jacobsen, sum bjóðaði vælkomin. Býráðsskrivarin, John Færø, greiddi so frá serliga arbeiðinum, sum staðbundnu nevndirnar fyri Mikladal og Trøllanes takast við. Í hesari nevnd sita, umframt fólk úr bygdunum, eisini borgarstjórin sum umboð fyri meirilutan og eitt umboð fyri minnilutan í Klaksvíkar Kommunu. Harumframt greiddi samskiparin í Útoyggjafelagnum, Olga Biskopstø, frá avbjóðingum og framtíðarútlitum hjá útoyggjunum, og á hvønn hátt felagið roynir at varpa ljós á korini hjá smáplássunum og roynir at skapa trivnað í smáu bygdunum á útoyggj. Hon tók serliga støði í korunum hjá fólkunum í Kalsoynni, har ið t.d. ferðasambandið er betra munandi seinastu árini. Síðani varð farið um Kalsoyarfjørð í Kalsoynna.

Flokkurin helt til í Avhaldshúsinum í Mikladali. Og av tí at veðrið var gott hesar dagarnar, bar eisini væl til at ganga túrar runt í bygdini á Syðradali og niðan á Háls í Mikladali, haðani útsýnið yvir á Eysturoynna er sera gott. Flokkurin valdi eisini at fara í gjøgnum bergholið – við endurskyni og lummalykt – norður á Trøllanes. Onkur legði enntá leiðina norður á Kallin – eitt av náttúruvakrastu støðunum í landinum. Fleiri fólk í oynni vóru eisini sera beinasom at greiða frá gomlum sagnum og gerandislívinum á staðnum: Jona í Lon av Húsum, Hildubjørg Hansen og Dánjal Eliasen í Mikladali og Jógvan Joensen á Trøllanesi, og hetta var avgjørt við til at gera næmingaferðina í Kalsoynni serliga spennandi og livandi.

Umframt at tað hjá nógvum næmingum, sum búgva í meginøkinum og ganga í skúla á Kambsdali, er áhugavert og forkunnugt at vitja oynna, sum tey síggja hvønn dag frá Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali men kortini ikki vita so nógv um, hugsaði flokkurin eisini, at tað hesaferð fór at verða áhugavert at vitja júst Klaksvíkar Kommunu í sambandi við, at kommunan nú fyllir 100 ár. Mikladalur og Trøllanes hoyra í dag til Klaksvíkar Kommunu. Hetta var sostatt eitt gott høvi at seta samstarvið ímillum ‘stórbýin’ Klaksvík og nakrar av smærri bygdunum í kommununi á breddan.

Vinarliga heilsan

Jóannes Næs Petersen
lærari í samfelagsfrøði og enskum