icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næmingaráðini mannað

skulatrod.fo

7. oktober var næmingaráðsval á Skúlatrøð. Nógv var gjørt burtur úr við valplakatum, og prátað varð í flokkunum um, hvat tey uppstillaðu høvdu í ætlanum at útinna.

Í ár var valið eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár. Ístaðin fyri at velja eitt næmingaráð við seks limum, vóru tvey næmingaráð vald, og eru tey nú mannað av níggju limum í hvørjum.

Hvør flokkur frá 4. flokki til og við 9. flokk valdu ein í sínum flokki at umboða næmingaráðið.

Næmingaráðið fyri miðdeild er mannað av næmingum úr 4., 5. og 6. flokki.
Næmingaráðið fyri hádeild er mannað av næmingum úr 7., 8. og 9. flokki.
30. oktober var fyrsti fundur í næmingaráðunum báðum, har stjórin var við og ynskti teimum til lukku við valinum og greiddi frá endamálinum við næmingaráðnum. Síðani vórðu ráðini skipað. 

Næmingaráðið fyri miðdeild:

  • Markus í Mittúni, formaður
  • Jónas Festirstein Dam, næstformaður
  • Oliver Steinberg Joensen, kassameistari
  • Kendra Holm, skrivari

Asbjørn Justesen, Nehemia Norðoy, Rebecca Jacobsen, Eydna Jacobsen og Kristina Ellingsgaard eru varalimir

Næmingaráðið fyri hádeild:

  • Evi Maria Josephsen, forkvinna
  • Birita Mohr, næstforkvinna
  • Jóhan Pauli Reyðberg, kassameistari
  • Micah Lukama, skrivari

Kristian Isaksen, Nomi Beck, Roma Kurt Samson, Kári Lamhauge og Christian Thomsen eru varalimir

Harleywoodpaint