Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nær fer Ågot aftur í drift

Oliver Joensen

Árið í fjør gekk væl hjá okkum sigur Hjalti Poulsen, skipari á Ågot, og tað sum farið er higartil av árinum í ár hevur verið brúkiligt eisini, vit fiskaðu fyri umleið 1,4 mió í januar, so vit skulu ikki klagað.

Vit seta eini 1300 til 1400 svartkalvagørn og draga og seta hvøja ferð vit eru úti. Hvør túrur hjá okkum varðar í á leið fýra dagar, so koma vit inn og liggja í á leið tveir dagar, fyri síðani at fara út aftur.

Vit eru tí títt inni, og fiskihátturin ger, at tað ber okkum til at leggja túrarnar til rættis eftir veðrinum, so sjálvt um nógv hart veður var í desember, tarnaði tað okkum sera lítið.

Hjaltur Poulsen, skipari leggur skemtandi afturat: Skipanin hjá okkum er soleiðis háttað, at vit eru at kalla inni hvørt vikuskiftið. Hetta hevði við sær, at eg møtti einum manni ein dagin eg var til handils við konuni, hann spurdi meg nær Ågot fer aftur í drift. Hvat meinar tú, segði eg, eg eri júst afturkomin ímorgun av seinasta túrinum. Tá sigur hin: Eg helt at tit hava ligið á stórukaj í fleiri mánaðar.

Gørnini verða sett í 10-12 trossum, og tað er nærum bert svartkalvi vit fáa í. Hendan túrin høvdu vit 9 tons av svartkalva, umleið eitt tons av blálongu, eini 60 kilo av havtaskuhalum og nakað tað sama umleið 60 kilo av toski, so er onkur tindaskøta og okkurt annað í gørnunum viðhvørt.

Svartkalvin verður frystur umborð, so tað er ikki hvønn túr vit landað. Bingjurnar vit senda avstað, taka umleið 20 tons, so tað er har upp í nøgd vit skulu áðrenn tað loysir seg at leggja upp. Onkuntíð landa vit tó minni nøgdir, og tá er orsøkin at teir mangla nøkur tons í at fylla eina bingju.

9 tons er brúkiligur fiskiskapur, men tað skal helst ikki vera minni. Hendan túrin var púrt onki í teim flestu trossunum, ikki fyrr enn vit drógu seinastu trossarnar var væl í og tað stimbrar hugin hjá okkum at fara avstað aftur, segði Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot, júst afturkomin av seinasta svartkalvatúrinum í morgun.