Ímorgin, hósdagin tíðliga, kemur Næraberg á Klaksvík av sínum besta túri nakrantíð. 1052 tons av surimi og mjøli hevur hann inni.
Í hesum døgum eru eisini sólskinssøgur. Øll vita helst, at tað hevur gingið striltið hjá Nærabergi, síðani hann kom undir føroyskt flagg at gera úrdráttir úr svartkjafti til matnað. Men tolin trívst verður sagt og tað eru ljósglottar at hóma í hesi slóðbrótandi vinnu hjá Nærabergi.
Eftir at hava verið bert 14 dagar á fiskifeltinum, kemur Næraberg aftur á Klaksvík í morgin tíðliga við 812 tonsum av surimi og 250 tonsum av mjøli.
Hetta er rekordtúrur hjá Nærabergi, við tað at teir ongantíð áður eru komnir við so stórari last eftir so stutta tíð.
Umleið 80 fólk eru við Nærabergi harav meira enn 20 kvinnur.




