Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næraberg á Klaksvík fyri seinastu ferð

Oliver Joensen

So varð tíðin hjá hesum Nærabergi at enda komin. Ídag liggur hann á Klaksvík og landar og ímorgin mikudagin fer hann av Klaksvík fyri seinastu ferð.

Næraberg hevur fingið nógva umtalu síðani hann kom til landið, og serstakliga høvuðsstaðarpressan hevur títt og ofta verið eftir Nærabergi og gitt hevur verið um motivatiónirnar hjá reiðarínum.
Hóast tað ikki alla tíðina hevur sæð so væl út fyri framtíðindi hjá Nærabergi við at fiska svartkjaft til matnað, so snýnist nú sum um at vunnið er á byrjunartrupulleikunum. Reiðaríið trýr í hvussu so er uppá framtíðina, tí um mánaðarskiftið kemur nýtt skip inn fyri Næraberg, nevniliga Atlantic Navigator, ið er størri skip.
Næraberg skal nú til Noregs, har fabrikkin verður flutt yvir á Atlantic Navigator og roknað verður við at nýggja skipið kemur í vinnu um mánaðarskiftið november desember.
Næraberg landar ídag 750 tons av surimi og 200 tons av mjølið og í annaðkvøld gongur leiðin so sum sagt út av Klaksvík fyri seinastu ferð, til Noregs.
Hesa tíðina Næraberg hevur verið í føroyskum regi, hevur hann verið "skúlaskip" hjá nógvum føroyskum ungdómi. Umleið 80 fólk hava verið við hvønn túrin, harav umleið 20 konufólk og tá nýggi báturin kemur, verður roknað við at manningin fer at telja útivið 100 fólk.