Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næraberg aftur á Klaksvík hósdagin

Oliver Joensen

Tað hevur gingið væl við fiskiskapinum, men prísurin á surimi er í botni í løtuni, sigur Hanus Hansen, stjóri á JFK.

Eftir at hava verið til fiskiskap í umleið ein mánaða, kemur Næraberg aftur á Klaksvík hósdagin. Hanus Hansen, stjóri á JFK sigur, at tað hevur gingið væl hjá Nærabergi við fiskiskapinum. Skipið hevur umleið 940 tons av surimi inni og harafturat eini 200 tons av mjøli, harumframt hevur hann lagt nakað av mjøli upp fyrr á túrinum.
Men, leggur Hanus Hansen afturat, prísirnir á surimi eru ov lágir í løtuni.