Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næraberg – ein áhugaverd og spennandi verkætlan

John William Joensen

– Sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum havi eg fylgt verkætlanini við Nærabergi við stórum áhuga og fegnist eg um at við nýggja skipinum Atlantic Navigator eru góð útlit til, at verkætlanin verður ment enn meira.

Tað vóru nógvar kritiskar røddir frammi tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, avgjørdi at geva JFK innflutningsloyvi til Atlantic Navigator ístaðin fyri Næraberg. Atlantic Navigator er fyrrverandi American Monarc, ið var blacklistaður av umhvørvisfelagsskapum, tá skipið fiskaði pelagiskan fisk í Suðuramerika í stórum nøgdum. Men landsstýrismaðurin heldur framvegis, at tað var rætt at geva Atlantic Navigator loyvi til at yvirtaka svartkjaftafiskiskapin hjá Nærabergi. Hetta skal eisini skiljast, sum ein ligur í rudda upp í mongu svartkjaftaloyvunum, sum eru í skipanini. Við nýggja trolaranum eru fýra svartkjaftaloyvi vorðin til eitt.
– Tað hevur verið áhugavert og spennandi at fylgt hesi verkætlan. Hóast stigtakarirnir alla tíðina hava verið noyddir at seta nógvan pening til fyri at hava skipið siglandi, so sær nú tíbetur út til at raksturin gongur mugnandi betur. Tað sæst eisini, at mugnandi minni er goldið í inntøkutrygd til manningina umborð á Nærabergi í ár enn árini frammanundan, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. 
Bjørn Kalsø heldur eisini, at tað hevur verið áhugavert at sæð, at nú oljuprísirnir hava verið methøgir, svartkjaftaprísirnir lágir og fiskiskapurin hevur verið heldur lakari eftir svartkjafti, hevur raksturin hjá Nærabergi, sum framleiðir surimi, løna seg betur enn raksturin hjá hinum svartkjaftaskipunum, sum mugu fiska stórar nøgdir eftir stutari tíð, fyri at fáa rakstur í. Hetta kundi borið boð um, at tað í framíðini verður neyðugt at hava ein fjølbroyttan svartkjaftaflota, sum leggur seg eftir ymsum framleiðslum, heldur landstýrismaðurin.
– Skipar øll vinnan seg á sama hátt, er størri vandi fyri hóttafalli um illa veit við, og tað verður eisini neyðugt at menna fleiri úrdráttir úr svartatilfeinginum, ið kunnu nýtast beinleiðis til matna, fyri at kunna vísa á eina burðardygga vinnu.
– Eydnast tað okkum at fáa eina endaliga semju um svartkjaftabýtið millum strandalondini Føroyar, ES, Noreg og Ísland, sum alt bendir á í løtuni, verður svartkjafturin eitt enn meira tíðandi tilfeingið, hjá okkum føroyingum, enn tað hegartil hevur verið. Tí er sera umráðandi at uppaftur størri dentur framyvir verður lagdur á, frá mynduleika og vinnunar síðu at gagnnýta svartkjaftin burðardygt, bæði lívfrøðiliga og búskaparliga.
– Longu fyrst í komandi ári fara krøv at verða sett til øll svartaskip, sum fiska í føroyskum sjógvi, at tey skulu hava rist í trolinum fyri at sleppa undan hjáveiðu av øðrum fiskasløgum. Umframt er eisini ætlanin at steingja allar leiðir innanfyri ávíst dýpið og okkurt øki uttari á fyri allari svarfkjaftaveiðu. Hetta verður gjørt fyri at skilja ymsar veiðuhættir meira at, umframt at sleppa undan at veitt verður eftir svartkjafti har sannlíkindini fyri hjáveiðu av upsa og øðrum fiskasløgum er stór, sigur landsstýrismaðurin
Landsstýrismaðurin heldur tað eisini hava sera stóran tídning, at ein verkætlan, sum hendan, skapar beinleiðis arbeiðið til rættuliga nógvar hendur, umframt rættuliga fitt av avleiddum virksemi hjá teimum, ið veita skipinum tænastur.
– Nú arbeiðsplássini í fiskivinnuni á sjónum síggja út til at fækka, hevur tað avgjørt stóran tídning, at bæði ungar kvinnur og ungir menn eisini framyvir koma at hava møguleikan at royna sjólívið í samband við slíka verkætlan. So tað verður sera spennandi at fylgja gongdini hjá nýggja skipinum, sum nú er komið í flotan, leggur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður afturat.