Næraberg, sum er staddur norðanfyri Føroyar hevur verið tarnaður av vánaligum veðrið og vánaligum fiskiskapi.
Í gjár hevði Næraberg 200 tons av Surimi og 50 tons av mjøli í lastini.
Skipið hevur verið til fiskiskap í góðar tvær vikur so ikki kann sigat annað enn at hesin túrurin hevur hilnast illa higartil.
Hann verður vantandi aftur á Klaksvík í fyrsta lagið leygardagin.
Oljuprísirnir toppa
Næraberg brennur við verandi oljuprísum umleið 100.000 krónur í olju um dagin.
Prísurin á Surimi er tó rímuligur í løtuni, men tað er eingin ivi um at høgu oljuprísirnir eru eitt havt um beinið hjá flotanum.




