Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næraberg í Kalsoyarfirði í morgun

Oliver Joensen

Eitt tekniskt brek á koblingini hjá Næraberg gjørdi, at skipið helst kemur at liggja á Klaksvík í nakrar dagar.

Ætlanin var at Næraberg skuldi koma inn eftir olju millum jólini, men av tí at brek er á koblingini, verður steðgurin longri enn ætlað.
Í hesum sambandi, hava teir ligið í Kalsoyarfirði og vaska fabrikkina og annars gjørt skipið í stand til at leggja stilt nakrar dagar. Norðlýsið frættir at hetta kemur eitt sindur illa við, tí fiskiskapurin hevur verið hampuligur og Næraberg hevur framleitt nógv surimi á høgum støði hesa seinastu tíðina. Harafturat er prísurin uppgangandi á surimi.