Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næraberg verður verandi í Klaksvík

John William Joensen

Í seinastuni hevur ljóðað, at Næraberg framyvir skuldi hava heimstað í Kollafirði og reiðast út hagani, men hetta avsannar Hanus Hansen, stjóri á J.F.K.

Uppá fyrispurning okkara um Næraberg framyvir skal vera heimahoyrandi í Kollafirði, sigur Hanus Hansen, stjóri á J.F.K. Trol, at talan als ikki er um tað.
Næraberg kemur at ganga út frá Klaksvík. Hinvegin er sjálvandi ikki sjálvsagt at vit leggja upp hvønn túr í Klaksvík, tí hetta veldst sjálvandi um umstøðurnar.
Sjúrðarberg hevur eitt nú lagt upp í Fuglafirði orsakað av at virkið á Oyri hevur keypt lastina og vit sleppa umleið 0,30 krónur bíligari tá við at landa í Fuglafirði heldur enn á Klaksvík.
Hanus Hansen sigur annars, at Næraberg er í løtuni í íslendskum sjógvi á svartkjaftaveiðu. Tað hevur verið nógv illveður og tí hevur fiskiskapurin verið smáligur í seinastuni. Næraberg hevur 400 tons av surimi inni og nakað av mjøli.

Skálaberg
Tað hevur gingið hampuliga væl hjá Skálabergi, sum er russiskum sjógvi í Barentshavinum.
Týsdagin hevði Skálaberg 235 tons av flaki inni. Skálaberg fór av Klaksvík 2. september og hevur tí fiska í umleið ein mánaða.
Norðlýsið frættir, at skipið hevur rigga væl og teir trupulleikar, sum vóru í byrjanini eru rættaðir, soleiðis at nú gongur væl at hagreiða tann fisk, ið kemur á dekkið.
Fiskiskapurin hjá Skálabergi var heldur lakur í byrjanini av túrinum, men fyri stuttum høvdu teir heilt góðan fiskiskap. Tó hava teir fingið nakað minni seinastu dagarnar.

Sjúrðarberg,
sum fyri stuttum fór av Klaksvík, er á veg á Flemish Cap at royna.

Sundaberg
sum er á gullaksaveiðu hevur um 400 tons inni. Fiskiskapurin hjá teimum hevur verið góður, tá hann ikki hevur verið tarnaður av veðri.