Ikki kann sigast annað enn at tað hevur verið stak spennandi og hugaligt at fylgt Nærabergprojektinum líka síðani tað tók seg upp, og tað er ikki lítið av tilfari og myndum, sum vit hava verið ígjøgnum í hesum sambandi.
Oddagrein: Norðlýsið
Líka frá fyrsta degi av kunnu vit siga, at klaksvíkingar og norðoyingar tóku tiltakið til sín. Sum fiskivinnubýur hava skipini Næraberg og Atlantic Navigator verið ímyndin av tí besta innan okkara fiskivinnu.
Orsøkirnar til tess vóru fleiri. Tey eru mong ung, og kanska serstakliga kvinnurnar, ið hava kunnu fegnast um, at her var ein góður møguleiki at royna sjólívið undir allarbestu umstøðum. Tað hevur eisini víst seg, at fleiri av teimum, sum byrjaðu umborð á Nærabergi, hildu áfram umborð á Atlantic Navigator. Skúlaskipið í sjómansskapi og sjólívi hevur eisini givið avkast til onnur skip, nevnast kann kanska her, at í seinasta blað skrivaðu vit júst um tvær kvinnur, ið høvdu roynt seg í Nærabergprojektinum, ið fóru til skips við Froyðu á línuveiðu undir Føroyum, onnur teirra hevði longu frammanundan verið við línuskipinum Ågot.
Einki er at ivast í at fleiri av dreingjunum eisini eru farnir umborð á onnur føroysk skip, aftaná at hava roynt seg við Nærabergi ella Atlantic Navigator.
Tað er kent, at føroyski nótaflotin pumpar nógv túsund tons av ymiskum pelagiskum fiskasløgum upp úr sjónum, sum fyri størstapartin verður brúkt til djóraføði.
Tað, sum eisini var sera hugaligt við Nærabergprojektinum var, at so nógv av fiskinum sum til bar, var brúktur til mannaføði og harafturat bleiv tað, sum ikki kundi brúkast til tað endamálið, eisini tikið upp og brúkt til djóraføði.
Men myrk skýggj hingu alla tíðina yvir projektinum, skjótt frættist um ovurstórt hall í ætlanini og tosað bleiv um, at norski íleggjarin hevði goldið 100 tals milliónir í halli og flestu mundu bíða eftir nær projektið fór at steðga upp.
Men tað sýntist sum um at norski stórreiðari helt eftir einum máli, sum hann trúði uppá og helt beina kós eftir málinum, nevnila rentabiliteti í projektið. At hildið á so leingið, mundi neyvan nakað føroyskt reiðaríð gjørt honum eftir.
Tá so Atlantic Navigator, ein av heimsins stórstu trolarum var settur inn í projektið, varð proklamerað, at nú skuldi bera ella bresta.
Byrjanin hjá Atlantic Navigator var nakað tung, men seinastu tíðina hevur ljóða betur frá, tó vit ongantíð hava hoyrt um tey stóru tølini á botnlinjuni, so kanska hava tey ongantíð verið omanfyri nullið, men eftir umsetninginum seinasta ár og higartil í ár at døma man ikki hava gingið so galið kortini.
Tí kom tað sum snarljós av himli, tá boðað var frá at øll starvsfólk vóru uppsøgd og at skipið fór aftur til Noregs seinni í hesum árinum. P/F Næraberg sigur orsøkina fyri tað mesta vera ótrygg politisk viðurskifti á fiskivinnuøkinum, ímeðan talsmaður fyri norska felagið sigur við norsk bløð, at orsøkin er, at tað hjá teimum er bíligari at taka Atlantic Navigator til Noregs og byggja hann um til krillveiðu í suðuríshavinum fyri 500 milj. krónur, heldur enn at byggja nýtt skip.
Eitt áhugavert og tiltalandi tiltak sprottið av góðum kreftum í Norðoyggjum hevur fingið ein enda og okkara lokalsamfelag sjálvandi eitt bakkast, men tað kennir ein fiskivinnubýur til, so munnu aðrir ikki fara at bróta upp um armar, sum frá líður?
Eyguni eru í hvussu so er latin upp fyri, at tað eigur at bera til at fáa meira burturúr svartkjaftatilfeingi okkara enn vit fáa ídag.




