Team Klaksvík spælir í kvøld á heimavølli móti KÍF.
Team Klaksvík hevur havt sítt besta kappingarár í nøkur ár og vil helst fáa ein góðan enda uppá kappingarárið. Trýggir dystir eru eftir, harav tveir á heimavølli. Í kvøld vitjar botnliðið KÍF í Klaksvík. Team Klaksvík hevur á 5. plássi 14 stig, meðan KÍF á 7. og aftasta plássi hevur 9 stig.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll í kvøld byrjar kl. 20.00.



