Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næstan 200 fleiri hava valt

Jákup Ósá

Áhugin fyri býráðsvalinum í Klaksvík er sera stórur higartil í dag.

Næstan 200 fólk fleiri hava valt enn um somu tíð í 2012. 

Kl. 13.00 høvdu 763 fólk valt av teimum 3648, sum hava valrætt í Klaksvík. Tað svarar til 20,9 %. Samanbera vit við 2012, so høvdu 568 fólk valt um somu tíð, so tað eru 195 fleiri fólk, sum hava valt hesaferð. Tað eru eisini 121 fleiri fólk, sum hava valrætt í ár. Í prosentum – av teimum sum hava valrætt – hava 4,8 % fleiri fólk verið á vali kl. 13.00 í 2016 enn tað vóru í 2012. 

Um býráðsvalið í Klaksvíkar Kommunu 2016:

Valrætt í Klaksvík: 3648 (Hetta er talið, sum verður brúk og samanborið við undanfarnu val)

Valrætt í Svínoy: 26

Valrætt í Mikladali/Trøllanes: 32

Valrætt á Húsum/Syðradali: 31

Valrætt í Árnafirði: 42

Tilsamans: 3779


(Tað merkir, at 131 atkvøður koma afturat valstaðnum í Klaksvík)