Veljarakanningin her á portalinum skal sjálvandi ikki takast fyri meiri enn undirhald, men tó vísur hon at næstan 3. hvør veljari ikki veit hvar hann skal seta krossin
Internet-kanningar eru lættar at manipolera, men spurningurin sum vit her á Norðlýsinum hava latið staði í nakrar dagar á portalinum er orðaður soleiðis at ein ikki kann roknað við at nakar hevur áhuga í at ávirka úrsliti.
Veljarin verður spurgdur um hann ætlar at velja sama flokk sum við seinasta val og úrslitið higartil (22.desember kl. 13:45) er 73% siga ja, 22% siga noy, og 6% siga seg ikki vita. Tilsamans 506 atkvøður eru taldar.
Ikki óvanligt
Norðlýsið hevur tosað við sakkøn fólk og okkum verður sagt at hetta ikki er óvanligt.
Hetta merkir samstundis at politikarar kunnu ávirka heili 28%.




