Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næstan 3000 atgongumerkir seld

Jákup Ósá

(Finalan um Løgmanssteypið) Tað verða væntandi so stórt áskoðaratal, sum fá hava sæð áður til eitt fótbóltsdyst í nýggjari tíð millum tvey føroysk feløg, tá KÍ og Víkingur bresta saman í steypafinaluni leygarkvøldið.

Dagført kl. 15.00:

2963 atgongumerkir. So nógv vóru seld í forsølu á middegi í dag. Av teimum eigur KÍ 1431, meðan Víkingur eigur 992. Harumframt eru fleiri bólkar, har uttanveltaðir áskoðarar sita og har sigur FSF, at av teimum 149 áskoðaraplássunum í eina bólkinum, so eigur KÍ ein part av hesum, tí tað vísti seg, at KÍ viðhaldsfólk keyptu ein part av hesum, tá tað gekk so skjótt at fylla bólkarnar hjá KÍ viðhaldsfólkunum. Og hetta eru kanska áskoðarar, sum ikki leggja so nógv í, hvar teir sita. Afturat hesum koma setur, sum eru til feløg og uttanveltað fólk. Tilsamans eru 2963 atgongumerkir seld í dag – mánadagin kl. 15.00.

Atgongumerkir kunnu keypast HER

Harleyfacadeacryl