Men eitt loyvið er ikki komið uppá pláss hjá KÍ.
Men eitt loyvið er ikki komið uppá pláss hjá KÍ.
Sambært leikaralistanum hjá FSF, so hevur TB nú fingið allar sínar nýggju leikarar tøkar til 1. umfar í landskappingini. Seinastu loyvini hjá Herve Din Din og Absalon Eliasen eru komin uppá pláss í dag. Somuleiðis hevur KÍ fingið loyvini uppá pláss hjá Mayowa Alli. Miðvallarleikarin Semir Hadzibulic hevur framvegis ikki fingið síni loyvir uppá pláss og sum skilst er óvist, um hesi koma uppá pláss áðrenn dystin í morgin millum KÍ og TB.
Annars kann eisini nevnast, at hjá B68 stendur álopsleikarin Carlos Quintino Herrero enn uttan loyvið, meðan hin spaniólin, Pedro Anton, hevur fingið síni loyvir uppá pláss.




