– Grindahvalir og springarar eru ikki friðaðir, men annar eru flest onnur hvalasløg friðaði, sigur Hans Djurhuus sýslumaður
– Eg haldi tað verða umráðandi at vit duga okkum hógv og gera tað sum rætt er.
– Eg haldi at hetta var ein sólskinssøga at vit vísa baði okkum sjálvum og umheiminum at vit ikki bara drepa frá hond.
– Hóast tað altíð er trupult at meta um heilsustøðuna hjá einum hvalið so vóru ongan ábendingar um at hann var illa fyri og tí var avgjørt at reka hann út aftur.
– Og tað var ein røtt avgerð tí tá hann kom í rúman sjógv livnaði hann upp og setti ferð á.
– Fólk vóru glað og klappaðu tá hvalurin setti kós út á Pollin.
Svangir grindamenn
Fleiri svangir grindamenn hildu at hvalurin var so illa fyri at best var at drepa hann, men tað eydnaðist ikki at vika sýslumannin.
– Skerað vit hann upp nú so fáa øll fekst hvalatvøst til døgurða í dag, segði ein grindamaður skemtandi við Sýslumannin.




