Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næstan stilli á 100 ára degnum

Hanus Kjølbro – SjóNám

Vindmátarar Landsverks vísa vindferð frá 0 (null) til 2 m/s. Tað er ikki nógvur vindur. Nevnist eitt fleyr. Sera sjálvsamt at síggja í Føroyum sum miðalvindur. Tað er eitt hátrýst yvir bretsku oyggjunum, sum breiðir seg yvir okkara leiðir við góðum veðri.

Veðrið í dag fer at vera tað sama sum í morgun – eitt fleyr ella lot úr útsynningi ella útsynningi-suðuri. Tað fer at vera turt fyri tað allarmesta (okkurt lokalt æl) – og vit kunnu vænta okkum sólglottar.

Hitin fer at liggja um 6 til 8 stig.

Hetta verður eisini veðrið fyri tað, sum er eftir av hesi vikuni – eisini í vikuskiftinum og mánadagin í næstu viku. Vindurin fer at vera lítil, men onkran dag verður skýggjað.

Við hesum verður ynskt Norðlýsinum hjartaliga til lukku við teim 100 árunum. Soleiðis sum veðrið er í dag, so hava tit skikkað tykkum væl 🙂