Nú er liðugt við høgættini á hesum sinni – og tó. Eitt hátrýstøki hevur lagt seg yvir bretsku oyggjarnar, og tað fer beina lágtrýstini norður um Ísland. Eitt lágtýst er í Grønlandsfjørðinum ávegis eystureftir – tað er enn í fullari menning. Í morgin er nógvum vindur rundan um tað, men tá er tað ætlandi statt somikið langt burturi, at vindurin um okkara leiðir ikki verður so nógvur kortini. Lágtrýstið fer at leggja seg yvir Norskahav í vikuskiftinum, so har verður fitt av vindi tá.
Í dag veksur vindurin upp í 10 til 15 m/s – í løtum 13 til 18 m/s – úr útsynningi og lágum vestri við onkrum ælingi. Hetta verður veðrið í kvøld, í nátt og í morgin.
Fríggjakvøldið fer ein hátrýstryggur at leggja seg yvir Føroyar. Veðrið fer at vera gott leygardagin og sunnudagin – eitt lot úr høgum útnyrðingi og turt.




