Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NAFO ársfundur 2006 – Kunning: Ársfundurin hjá NAFO

(Norðlýsið – Tíðindi)

Á fundinum var avgerð tikin um, at mest loyvda veiðan fyri 2007 verður tann sama sum í ár – 22.000 tons.

Ársfundurin hjá NAFO (Nevndin fyri fiskivinnusamstarv í útnyrðingspartinum av Norðuratlantshavinum) endaði fríggjadagin í Halifax, Kanada. Aftur í ár hevur eitt fleirtal í NAFO fiskivinnunevndini tikið avgerð um at halda áfram við verandi býti av rækjum í NAFO økinum 3L. Mest loyvda veiðan fyri 2007 verður tann sama sum í ár (22.000 tons), sum NAFO býtir javnt millum 11 lond í altjóða sjógvi (245 tons í part), meðan Kanada fær góð 83% av heildarkvotuni at fiska í egnum øki (18.325 tons).



Føroyar (Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland) hava eftir reglunum í  NAFO sáttmálanum mótmælt avgerðini um býtið seinastu árini og fyri 2006 sett sær eina einsíðis kvotu uppá 2.274 tons við støði í samtyktu heildarkvotuni. Mótstøða Føroya til NAFO býtið er væl kend í NAFO høpi, og føroyski sendileiðarin nýtti aftur í ár høvið at greiða frá føroysku sjónarmiðunum. Serliga varð gjørt vart við misnøgdina hjá Føroyum og Grønlandi um, at Kanada framvegis heldur sínar havnir stongdar fyri føroyskum og grønlendskum skipum. Víst varð á, at hetta illa grundaða tiltakið hjá Kanada í veruleikanum er við til at undirgrava samstarvið innan NAFO, har semja eigur at finnast millum øll limalondini um eitt veruligt býti við atliti at søguligum fiskiskapi í økinum.



Hóast mótmælið og ásetan av egnu kvotu í 3L, hava Føroyar kortini hildið seg til tær teknisku ásetingarnar, sum hava verið galdandi síðan NAFO fyrstu ferð lat upp fyri fiskiskapi í hesum økinum. Higartil hevur 3L økið verið stongt frá 1. apríl til 30. juni og aftur frá 15. september til 1. desember. Á ársfundinum eydnaðist tað sendinevndini at fáa samtykt at lata tíðarskeiðið frá 15. september til 1. desember upp fyri fiskiskapi. Tó kann framvegis bert eitt skip frá hvørjum flagglandi vera til rækjufiskiskap í 3L í senn.



Føroyar hava í 2006 eisini 1.606 fiskidagar til fiskiskap eftir rækjum í NAFO økinum 3M (Flemish Kap); hesir verða óbroyttir í 2007. Tó hava nøkur limalond (Kanada og Ísland) sett fram ynski um at broyta dagaskipanina í 3M um til eina kvotuskipan. Hesin spurningurin kemur væntandi til viðgerðar aftur næsta ár.



Av øðrum málum á NAFO ársfundinum var spurningurin um at tryggja eitt samsvar millum NEAFC og NAFO viðvíkjandi minstu meskavíddum í fiskiskapinum eftir pelagiskum kongafiski. Eftir uppskoti frá Føroyum varð samtykt, at minsta loyvda meskavíddin í NAFO økinum verður 100 mm eins og í NEAFC økinum. Føroyar hava eisini eina kvotu av svartkalva í NAFO økinum, sum í 2007 minkar úr 238 tonsum niður í 206 tons sambært endurbyggingarætlanini, sum í 2003 varð samtykt at vera galdandi frá 2004 til 2007.



Alt meira verður nú hugsað um, hvussu fiskiskapur ávirkar vistskipanir í havinum. Hetta hevur m.a. við sær, at NAFO – eins og NEAFC – er farið undir eina tilgongd at dagføra sáttmálan frá 1979, so felagsskapurin fær heimild at viðgera fiskiskap í einum breiðari havumhvørv­is­ligum høpi. Broytingarnar av sáttmálanum fara eisini at fevna um greiðari mannagongdir fyri at viðgera ósemjur um NAFO avgerðir. Føroyar hava í hesum samráðingunum lagt stóran dent á týdningin av at varðveita møguleikan hjá limalondum at mótmæla avgerðum. Samstundis hava Føroyar víst á, at neyðugt er hjá NAFO limalondum at gera meira fyri at tryggja, at full semja er um avgerðir hjá Fiskivinnunevndini, og at atlit verður tikið at áhugamálum hjá øllum limalondum. Arbeiðið við at endurskoða NAFO sáttmálan er við at koma á mál, og ein eykafundur verður væntandi í vár at finna fram til eina endaliga semju um broytingarnar. Innan Føroyar alment kunnu taka undir við broytingunum, skal Løgtingið samtykkja broytta sáttmálan.

———–



Kate Sanderson varð vald sum varaformaður í NAFO fiskivinnunevndini.



Umboð fyri Føroyar á NAFO ársfundinum vóru Kate Sanderson, Fiskimálaráðið (sendileiðari), Símun Joensen og Martin Kruse, Fiskiveiðieftirlitið og Jóhan Joensen, Felagið Rækjuskip.