Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Nakað av spenningi nú við evstamark

Jóhann Lützen

Seinasta freistin at lata Løgtinginum mál, sum skulu viðgerast í hesi tingsetuni, t.e. áðrenn summarfrítíðina, er í dag, síðsta dagin í februar, skotársdagin 29. februar, kl. 12:00. Spenningur er kanska serliga um tey bæði málini gongd í haga og tøkugjøldini.

 

 

Í fjør gjørdi Bakkafrost av at flyta virksemi til Skotlands, tí tøkugjøldini hjá sitandi samgongu gjørdu, at portiónsframleiðsla av góðskaðum laksavørum í Føroyum ikki longur var rentabul, í øllum førum ikki í sama mun. Tí varð neyðugt at siga sera mongum fólkum úr starvi. Sambandsflokkurin skeyt upp at víkja frá øllum tíðarfreistum og samtykkja eitt uppskot, sum skuldi fyribyrgja uppsøgnunum, men samgonguumboð vildu, at málið skuldi hava vanligu viðgerðina og ikki skundviðgerast. Síðani tá hava Sambandsflokkurin og samgongan samráðst um eina nýggja skipan fyri tøkugjøldini í alivinnuni.

Onki endaligt hevur verið at frætt um uppskotið, og ivasamt er, um nakað er komið burturúr. Tað vita vit á miðdegi hósdagin 29. februar, t.e. um málið verður borið fram á ting.

Hitt spennandi málið er tað nógv umrødda málið um gongd í haga ella burðardygga ferðavinnu, sum endaliga heitið bleiv. Har er alt annað enn semja, hvørki í fólkinum ella í Løgtinginum, men væntandi spælir Landsstýrið í morgin bóltin yvir til Løgtingið at taka sær av, og so má tingið avgera, um tað verður fuglur ella fiskur.

Harleyfacadeacryl