Tað er eitt lágtrýstøki yvir Grønlandsfjørðinum, sum myndar veðrið í dag. Lágtrýstið er nokkso djúpt, og tað sendir lýggja og slavna luft úr økinum kring Kanariuoyggjarnar til okkara. Veðurstøðirnar hjá Landsverki siga frá hita upp í 12 stig í morgun. Vindurin liggur um hvassan vind og skrið, 15 til 18 m/s. Tó er munur á vindferðini ymsastaðni í Føroyum – alt velst um tey landafrøðiligu viðurskiftini, hvussu ættin er á staðnum.

ì dag fer at vera fitt av vindi úr útsynningi-suðuri. Vindurin fer at vera sum hann er nú: hvassur vindur til eitt skrið, 15 til 18 m/s. Seint seinnapartin fer vindurin at minka niður í eitt stívt andøvsgul ella ein strúk í vindi, 10 til 15 m/s úr útsynningi.
Tað fer at regna eina løtu í dag – og ælingar kunnu væntast í allan dag.
Hitin í dag fer at liggja um 11 – 12 stig.