Kom at hugsa um hvussu erkvisnir vit føroyingar eru inn á aðrar, tá sett verða”protektionistisk” tiltøk móti okkkum. Frá t.d. E.U. og øðrum.
Men avreiðingargjaldinum uppá uppisjóvarfisk, lovprísa vit?
Vit hava seinni árini fingið kvotu á Flemish Cap. Hon er partur av rossahandlinum, í býtinum av makreli. So línubátar yvir 110 tons, fáa hana í sín part, meðan trolarar verða kompenseraðir á annan hátt. Hinir undir 110 tons, sleppa framvegis ikki at smyrja knívin.
Kvoturnar á Flemish Cap, hava bátar higartil kunna fiska frítt, landa frítt og selt frítt. Frá 2017 verður hetta broytt, nú skal avreiðingargjald eisini leggjast á her.
Havi roynt at fingið uppspurt, hvussu stórur stórur partur av frysta fiskinum av Flemish Cap, verður víðari virkaður í Føroyum. Higartil uttan úrslit. Meting mín er, at lítil partur fer inn á Føroysku flakavirkini. Møguliga 20%. Hví? Vit eru ikki kappingarførir.
Nú skulu skipini tvingast til, at allur fiskur kemur heim til Føroyar. Verður boðin út í Føroyum. Ein eyka útreiðsla uppá einar 3 – 4 kr.kg.
Verður so meir virka á Føroysku flakavirkjunum 2017? Loyvi mær at ivast.
Vinnarar: Flutningsfeløgini, sølufeløgini og onnur.
Taparar: Teir toskin toga inn um rulluna og teir sum stálið eiga.
Gevur møguliga meining, at verða ”protektionist”. Um toskurin kundi givið 3- 4 kr.kg. í løn inni á ymisku virkjunum.
Men verða ”protektionist”, bert fyri, at enn fleiri Føroyingar skulu síggja hvussu ein ”Newfoundlands” toskur sær út, tykist ikki sørt margháttligt.
Vinarliga
Absalon í Buð




