Um Bøleiðuna sigur Robert Joensen millum annað: Bæði innarlaga og úti á havi tykjast bømenn ikki vanliga at hava roynt syðri enn Gøtunes ella Tyril undan Borðoyarnesi og norður eftir hevur elsta leiðin hjá bømonnum neyvan rokkið longur enn at Grindastíggjur var sjónskur undan. – Grindastíggjur hevur navnið hjá sær. Haðani fingu bømenn grindaboð, um teir vóru á útróðri sunnanfyri og grindaboð komu. Av Uppsølum varð farið við hoyggi, og so varð glaðað á Grindastíggi fyri at siga útróðrarmonnum frá; tí í bestu útróðrartíð sunnanfyri var eingin fullførur maður heima í bygdini ein góðan útróðrardag.
-Ja, mangt er broytt. Bøleiðin hjá bømonnum man vera hópin víðari enn frásagt omanfyri og harafturat man helst onkur sita heima hóast veðrið er til útróður. (red. OJ). Her nakrar myndir, tiknar í rulli sunnanfyri fríggjadagin:



































