Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nakrar viðmerkingar um fiskivinnunýskipanina

Ragnar T. Hentze, útróðrarmaður

Av tí at eg eri útróðrarmaður, verði eg noyddur til, at koma við nøkrum viðmerkingum til nøkur av teimum spursmálunum, sum nú vera umrødd av løgtingslimum og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Av tí at eg eri útróðrarmaður, verði eg noyddur til, at koma við nøkrum viðmerkingum til nøkur av teimum spursmálunum, sum nú vera umrødd av løgtingslimum og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Tað fyrsta eg kundi hugsa mær at viðgjørt er spursmálið um vit skulu hava fiskidagar ella kvotur.

Í einum parti av flotanum kann mann saktans hava kvotur og eisini eina samanseting av bæði kvotum og døgum.

Til dømis er onki til hindurs fyri at pelagiski flotin hevur kvotur, tað veri seg eftir makreli, sild ella svartkjafti. Fiskarí eftir t.d. hvítingsbróðri í heimasjógvi eri eg yvirhøvur ikki tilhangari av, bæði tí at hann í nógvum førum er át hjá toski og ikki minni tí at vandin fyri at fiska hýsuyngul/hýsumurt saman við hvítingbróðrinum er rættuliga stórur

Tað eru fleiri sum pástanda, at skip sum hava fiskað undir kvotaskipan eru betur fyri fíggjarliga, enn tey sum hava fiskað undir dagaskipanini.

So kann mann spyrja seg sjálvan hvat tað er, sum kann gera at so er. Er tað skipanin sjálv sum ger tað, ella eru tað tær viðtøkurnar sum eru hongdar uppí skipaninar, sum eru grundin til at fíggjarstøðan er betur fyri skip sum eru undir kvotaskipan mótvegis dagaskipan.

Taka vit skip sum hava fiskað undir kvotuskipan, so hava hesi havt loyvi til at selja fisk sín har tey vilja innanlands ella uttanlands. Tað vil siga at tey hava havt nógv størri møguleika fyri at fáa góðan prís fyri sína veiðu, enn tey, sum eru undir dagaskipanini.

Skip og bátar sum eru undir dagaskipanini eru noydd til at leggja næstan alla sína veiðu upp á land í Føroyum. Yvir føroyskan kajkant, sum tað hevur verið nevnt. Hetta fyri eitt stórt prosenttal av veiðuni, tó kunnu, haldi eg, umleið 25% seljast uttanlands, men tá fær tað ávísar avleiðingar. So møguleikarnir hjá hesum bágum bólkunum eru als ikki á jøvnum føti, tí tað er ikki møguligt at fáa líka høgan prís í Føroyum, sum tað er í útlondunum. Herav kemur kemur fíggjarligi munurin fyri ein stóran part.

So herav burdu vit kunna sæð, at fíggjarligi munurin kemur ikki bert av um tað eru kvotur ella dagar sum skipini fiska undir, men krøvini, sum mann hevur hongt uppí ávikavist kvotur ella fiskidagar. Høvdu skipini/bátarnir við fiskidøgum havt somu fríheit, sum tey, sum hava kvotur, so kundi hent at fíggjarliga bílætið sá øðrvísi út.

Tað at prísurin fyri botnfisk ikki er í námind av prísinum sum verður latin í útlondunum, serliga í ES, kemur av at virkini í Føroyum ikki eru før fyri at geva tann prísin, sum verur latin í útlondunum.

So kann mann spyrja hví er tað? Svarið er sera einfalt. Fyri at útflyta tilvirkaðan fisk úr Føroyum og inn á ES-marknaðin, eru áløgd høg innflutningsgjøld av ES, ímeðan er tað óviðgjørdur fiskur so eru gjøldini vist sera smá um yvirhøvur nøkur. Veiðan sum er fiskað undir dagaskipanini skal um føroyskan kajkant og um uppboðssølu. Virkini og teir sum útflyta ótilvirkaðan fisk kunnu so bjóða uppá fiskin. Tá prísurin er komin uppá tað støðið, sum virkini maksimalt kunnu bjóða fyri at kunna vera burðardygg, tað vil siga, at kunna fáa avkast av sínum virki, so nýtist teimum, sum flyta fisk av landinum ótilvirkaðan, ikki at fara nógv longur upp fyri at fáa hann, og har kemur so prísurin at liggja. Hvussu teir so býta nøgdirnar ímillum sín, tími eg ikki at koma inná, tað er ikki akkurát tað eg vil lýsa her.

Bara at tað er skeivt at siga at dagaskipanin ikki er fíggjarliga burardygg í mun til kvotuskipan. Tí eiga vit eisini at krevja av landsins myndugleikum nú teir fara at krevja alla veiðu av fiski um føroyskan kajkant og evt. uppboðssølu, at teir, áðrenn tað verur gjørt, fáa okkara handilssáttmálar, serliga við ES uppá pláss, soleiðis at virkini eisini kunnu fáa teirra tilvirkaða fisk inn á ES marknaðin undir somu krøv sum ótilvirkaður fiskur. Ella kemur allur flotin undir henda trupulleikan, sum nú bert tann parturin sum er undir dagaskipan er undir.

Havi skilt at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er sinnaður at avtaka fiskidagaskipanina. Tað kemur helst ikki at ávirka ein stóran part av fiskiflotanum, men tá tað kemur til teir, sum dríva fiskarí inni á landgrunninum, her hugsi eg mest um útróðrarflotan, so koma teir at fáa stórar trupulleikar, tí nógvir av teimum brúka línu sum reiðskap, og fiskurin er so blandaður inni á grunninum, at er tað trupult at dríva útróður í dag, so verur tað tvífalt so trupult, tá tú eisini skal taka atlit fyri hvat slag av fiski ið tú skalt hava á línuna.

Eg havi inntrykk av, at tað er ikki fyri, hvørki teir sum fiska ella fiskastovnarnar at fiskidagaskipanin skal burtur, men fyri fiskifrøðingarnar skyld. So kann tú spyrja hví tað? Jú tað verur munin lættari hjá teimum at stýra hvussu nógv ið verður fiska av teimum ymisku fiskasløgunum, enn tað er undir fiskidagaskipanini, og tað vilja teir jú so øgiliga gjarna. Teir vilja so fegnir stýra øllum í náttúruni, men so er spursmálið um tað er so lætt, sum teir fyristilla sær. Og er tað í heila tikið neyðugt at stýra fiskarínum inni á grunninum við húki so neyvt, er tað ikki so, at við fiskidagaskipanini hevur tað stýrt sær rættuliga væl, fullkomuliga náttúrliga hesi seinastu mongu árini?

Lat okkum líka hyggja eitt sindur uppá tað.

Tá nógv áti er hjá fiskinum at liva av inni á grunninum, kunnu tað vera stórar nøgdir av fiski at fáa, stórur fiskur væl í holdum. Tað hava vit verið vitni til.

So koma tíðir har lítið er hjá fiskinum at liva av. Mann sær at fiskurin er illa fyri. Tað er lítið til, hann er smáfallandi og rak. Tað er lítið at fáa.

Hyggja vit nærri at hesum fyribrigdum, og hvussu tað hevur fyrihildið seg við royndini eftir fiski undir hesum báðum ymisku støðunum. So síggja vit, at so títt og knapt ið fiskaríið minkar so minkar royndin eftir fiski samsvarandi. Soleiðis hevur tað verið hesi seinastu nógvu árini. Nú er næstan ongin roynd eftir fiski inni á grunninum. Tað kemur lítið uppá land, sammett við tað kom fyri, lat okkum siga umleið 10 árum síðan. Nú er tað ikki bara tí at lítið er til av fiski á grunninum, men kanska líka so nógv av tí at tað er so lítil roynd eftir fiski. Fá før sum fiska. Og er tað ikki akkurát tað sum fiskifrøðingarnir vilja hava, so hví hesi neyðarrópini um ovurfisking, hetta stýrir sær fullkomiliga sjálvt og heilt náttúrliga. Ovurfisking er yvirhøvur ikki til staðar og hevur ongantíð veri tað, í hvussu so er ikki av útróðri.

Línufiskarí er soleiðis háttað, at fer fiskaríið niður um eitt vist, lat okkum siga 50 pund uppá stampin, tað nýtist ikki at vera eingang so lágt, kanska longu um leið 60 -65 pund, so loysir tað seg ikki at dríva fiskarí. So her sær man longu hví húkafiskaríið lagar seg so væl sjálvt eftir, hvat nøgd er til av fiski inni á landgrunninum, tí at um tú bert fær 60-65 pund uppá stampin so er tað ikki tað sama sum at ongin fiskur er til, men bert tað, at tað ikki er nokk til lønandi vinnu við línu. So vandin fyri at húkafiskiskapur kann oyða fiskameingið er yvirhøvur ikki til staðar, men eitt uppdiktað trøll av teimum, sum vita alt ov lítið um hvussu fiskiskapur við húki inni á føroyska landgrunninum gongur fyri seg, og tí ikki førir fyri at siga hvussu hesin fiskiskapur skal umsitast, tó at teir/tey álikavæl einsamøll taka sær rættin til at siga hvussu hetta skal útførast. Tí er tað ógvuliga umráðandi at mann ikki bert lurtar eftir fiskifrøðingunum men eisini teimum sum dagliga eru í hesi vinnu, tí teir liggja eisini inni við nógvum gullkornum.

Ein av teimum sum mann ofta hoyrir siga at fiskaríið eftir toski og hýsi má steðga, ella næstan steðgast, tí tað er einasti máti at fáa stovnarnar uppaftur á max støði, er Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni. Hann er eisini doktari í toski. Tá hann vardi sína doktararitgerð vísti hann á, at undir 2. veraldarbardaga vístu hagtølini at tá kríggið byrjaði var ógvuliga lítið av fiski á føroysku grunnunum, men undir krígnum vaks fiskameingið almikið, og tá kríggið var av, vóru stovnarnir í topp. Hetta sigur hann kom av at onki varð fiskað undir krígnum.

Eg sigldi um tað mundið, sum Petur Sreingrund bleiv doktari í toski, saman við einum eldri manni sum undir krígnum var í bestu árum. Eg spurdi hann tá, hví onki bleiv fiskað undir krígnum, helt kanska at tað var tí at mann ikki reiðiliga tordi av krígsávum.

Hann svaraði mær soleiðis aftur: Ragnar eg skal siga tær eitt og ikki lúgvi eg tað, ongantíð í Føroya søgu hevur so nógvur útróður verið undir Føroyum, sum undir krígnum, bæði við stórum og smáum útróðrarbátum. Forkláringin er sera einkul, fiskiskipini tey flestu, fóru at keypa fisk upp í lastina og sigldu so niður til Onglands at selja. Tá nýttist teimum ikki at vera so nógvir mans umborð at gangin. So í staðin fyri at vera uppímóti 20 monnum við, tá skipini vóru til fiskiskap, so nýttist teimum tá ikki at vera meir enn einir 6 mans við hvønn túr. Og so sigur hann víðari, hvat skuldu vit so hinir gera, sum tá máttu ganga uppi á landi, vit skuldu á ein ella annan hátt skaffa pening, sum skuldi til fyri at halda familjuni uppi. Vit høvdu jú teir flestu hús, konu og børn. Har var ikki annað at gera enn at fara at rógva út.

Eg havi mangan hugsa um hvussu tað ber til at Petur Steingrund segði, og mangan síðan hevur víst til at onki var fiskað undir krígnum, og at tað var grundin til at fiskastovnarnir vuksu so skjótt ta tíðina. Tað eru forrestin fáir mánaðar síðan hann aftur segði hetta.

Eg rokni við, at tað kemur av, at hann tá hevur brúkt ensk hagtøl, tí tað veit eg hann ofta hevur víst til, tí at nøkur føroysk hagtøl fyri hasa tíðina trúgvi eg finnast ikki. Hann er fiskifrøðingur, tað vil siga ein slags vísindamaður, og tá hann skuldi verja eina doktaragrad, so mátti hann kunna dokumentera tað sum hann legði fram, og tá má mann altso hava hagtøl. Um hann lesur hetta so kann hann kanska sjálvur rætta meg, um eg geri honum órætt.

At tey ensku hagtølini fyri fiskiskap undir Føroyum søgdu at onki varð fiskað undir Føroyum undir krígnum undrar helst ongan, tí tá kríggjaðust teir jú, so tá bleiv onki fiskað av teimum.

Hyggur mann so aftur eftir tí sum tann eldri maðurin sigur, so sigur hann tað heilt øvugta. Tað vísir okkum so tað, at sjálvt um tað ongantíð hevur verið so nógvur útróður undir Føroyum, sum undir 2. heimsbardaga, og væl var at fáa, so megnaðu fiskastovnarnir at vaksa seg upp í topp um somu tíð. Hetta vísir týðuliga hvussu umhvørvisvinarligur húkafiskiskapur í veruleikanum er, og vísir aftur at tað er eingin grund til at steðga øllum fiskiskapi, eisini við húki, tá stovnarnir eru illa fyri. Samanber við tað fyrra eg vísti á, um hvussu línufiskiskapur háttar sær í praksis.

So latið vera við at avtaka fiskidagaskipanina í hvussu so er fyri útróðrarflotan. Tað sum avger støddina á fiskameinginum inni á føroyska landgrunninum er ikki hvussu nógv ið verður fiskað við húkareiðskapi, men eina og aleina hvat ið er til av æti hjá fiskinum at liva av. Er onki æti so er heldur ongin fiskur. Mann kann ikki byggja ein fiskastovn upp, um mann ikki hevur tilsvarandi føði til hann. Eru tey tingini ikki í lagi so er onki at gera uttan at sláa seg til tols við, at soleiðis er tað bara, og so bíða til tað vendir í holuni.

Nøkur orð um uppboðssøluna.

Fiskimenn eru veiðumenn. Teir sum eiga skipini vera so gjøgnum sínar ansettu fiskimenn so indirekta eisini veiðumenn.

Ein óskrivað lóg fyri ein veiðumann er: ikki at selja skinnið fyrr enn bjørnin er skotin. Hetta at vilja hava at fiskimenn skulu handla sína veiðu áðrenn hon er veidd, býir øllum fiskimonnum ímóti. Eg ivist ikki í at tá veiðan liggur á dekkinum skal fiskimaðurin nokk vera at tosa við, hvat hann tá vil lata frá sær, men ikki áðrenn. Tað er tað sum er so ógvuliga umráðandi.

Vit eiga heldur ikki at gloyma ævintýrið um gullhønuna, sum varp gull egg, men tó bara eitt um dagin, og sum í grádigheit bleiv dripin og slaktað fyri at fáa øll eggini uppá ein gang. Tað gekk sjálvandi heilt galið, tí tá hønan var dripin so vóru sjálvandi ongi egg aftaná.

Skriva politikarar og aðrir sum arbeiða við fiskiveiðunýskipan sær ikki hetta aftanfyri oyrað, so rokni eg ikki við at teir fáa eina breiða semju, sum tey flestu eru glað fyri. Semju kunnu teir helst fáa, men ikki breiða, um teir ikki hava veiðufólkið við í avgerðini. Tað verður ongantíð gott.

At nakrir skipaeigarar ikki skulu hava møguleika fyri at ríka seg upp av keyp og sølu av fiskiloyvum, sum teir hava um hendi, trúgvi eg flestu føroyingar eru samdir um. Men tað átti ikki at verið so trupult at demma upp fyri, antin við at tá skipið sum loyvið er tengt at verður selt, ella heldur uppat at fiska, at loyvið so fellur aftur til landið, sum eftir 1. Jan. 2018 er eigari av øllum loyvum. Ella sum eg fyrr havi mælt til, at landið aftaná fyrrnevnda dato leigar loyvini út til skipini, sum ætlanin er skulu hava loyvi at fiska. Tá koma ongi skip at eiga nakað loyvi, bert brúksrætt til tey. Møguleikin at selja er tá burtur, tí mann kann jú ikki selja nakað mann ikki eigur men bert leigar. Tað sum teir sum skipini eiga eru áhugaðir í er at sleppa at fiska, um teir eiga ella leiga loyvini, trúgvi eg ikki vigar so tungt fyri teir.

Samanumtikið: Lat fiskidagaskipanina blíva við at vera galdandi fyri útróðrarflotan.

Fái handilsviðurskiftini serliga við ES uppá pláss fyri viðgjørdan fisk. Hetta er ógvuliga umráðandi. Kundi hent at vit fingu líka nógv í landskassan harvið, sum vit annars kunnu fáa við hesi vælsignaðu uppboðssøluni, sum ongin í fiskivinnuni vil hava nakað við at gera. Hetta hevði eisini gjørt tað møguligt at fingið fleiri virkir upp at standa og harvið meiri arbeiði millum fólk út um landið og betri prís fyri fiskin. Men tað krevur so nakað av politikarunum, og tá kemur so kanónin at venda øvugta vegin sæð frá teirra síðu.

Fái skil uppá hvussu vit sleppa undan misnýtslu av handlan av fiskiloyvum. Tað burdi ikki veri so trupult.

Ragnar T. Hentze, útróðrarmaður