Er yvirbygningurin í sjúkrahúsverkinum ikki vorðin ov stórur?
Kristianna Michelsen
valevni fyri Miðflokkin lista H
Tað er sera umráðandi, at størsti parturin av peninginum ið verður játtaður til heilsuverkið endar har, ið viðgerðin av tí sjúka gongur fyri seg. At sjúk fólk verða stúva saman á trongum stovum uttan wc og brúsu eigur ikki at finna stað í einum framkomnum sjúkrahúsverki. At fólk verða so skjótt útskrivaði, ger at tað tekur longri tíð at fáa førleikan aftur.
Tað eigur ikki at verða spart innan reingering, men heldur útbúgva fólk innan hetta økið, ið hevur alstóran týdning fyri at fyribyrgja infektiónir á einum sjúkrahúsi.
Vit eiga at vera ajour innan bestu viðgerðina ella at senda okkara sjúklingar, har besta viðgerðin er at fáa.
Eitt týðandi mál innan sjúkrahúsverkið má verða, at uppvenjingin, av fólki ið hava fingið blóðtøpp ella bløðing í heilan, verður raðfest høgt. Týðandi er eisini, tá viðgerðin á sjúkrahúsinum er liðug, at ein framhaldandi uppvenjing fer framm innan aðrar karmar.
Ambulatoriið fyri allar neurologiskar sjúkur, so sum Parkinsson og Parkinsson líknandi sjúkur, epilepsi, sclerosu, blóðtøppar ella bløðingar, alzheimer, demens o.s.fr, eigur at verða sett á stovn. Fleiri neurologar eiga at fáast til landið, eins og tað eisini mugu útbúgvast fleiri sjúkrarøktarfrøðingar innan neurologiska økið, so at tey ið líða av hesum sjúkum kunnu fáa neyva og góða viðgerð uttan at vera noydd at fara av landinum at fáa sær heilsuhjálp fyri egnan kostna.
Uppvenjingardepil fyri neurologiskar og rheumatiskar (gigta) sjúkur má setast á stovn. Ásannast má at Føroyar eru ov lítið samfelag til fleiri uppvenjingarstøð. Ein felags uppvenjingardepil hevði gjørt stórt gagn, tá tað er sera umráðandi fyri allar neurologiskar sjúkur og gigtasjúkur, at ein fær fysiurgiska og ergoterapeutiska venjing. Ein tílíkur depil kundi eisini gagna øðrum eldri sum yngri við tørvi.




