Vit søkja eftir námsfrøðingum, at byrja 14. august 2017.
40 tíma viku: 2 námsfrøðingar (møguleiki er fyri niðursettari tíð)
Farloyvisstarv: 1 námsfrøðing, at arbeiða 32 tíma viku frá 14. august 2017 til 31. desember 2017
Farloyvisstarv: 1 námsfrøðing, at arbeiða 34 tíma viku frá 14. august 2017 til 13. august 2018
Barsilsfarloyvi: 1 námsfrøðing, at arbeiða 32 tíma viku frá 14. august 2017 til 15. januar 2018
Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.15
Størvini eru, at arbeiða við børnum frá 0 til 7 ár
Vit kunnu bjóða tær:
- Ein stovn í menning, har tú hevur møguleikan, at seta tín dám á dagligdagin.
- Ein vælvirkandi starvsfólkabólk.
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Vit vilja hava, at umsøkjarin:
- Hevur góð samstarvsevnir.
- Er nýhugsandi og íbirtari.
- Skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt.
- Dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
- Hevur ábyrdarkenslu.
- Hevur áhuga og forvitni í tí námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 19.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 212557 ella varaleiðaran Dianu Bertholdsen á tlf. 556648.
Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi, í seinasta lagi mánadagin 29. mai 2017, kl. 12.00.
Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.
Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta
FO-700 Klaksvík
T-post: margretha@margretha.fo
Les meira um stovnin á heimasíðuni www.margretha.fo




