Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Námsfrøðingar til Snjallabjallu

LÝSING

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Snjallabjallu at byrja 15. august 2016.

Snjallabjalla hevur opið frá kl 11.00 til 17.00 og er starvstíðin í hesum tíðarskeiði.


Vit sóknast eftir:

· 2 Námsfrøðingum á 28 tímar um vikuna


Kommunan vil, at Snjallabjalla skal vera eitt mennandi og gott stað/umhvørvi at vera í. Vit leggja m.a. dent á:

· Skikkað starvsfólk. Tað merkir – sjónlig, jalig og virkin starvsfólk, sum í góðum samstarvi eru skapandi og duga at seta seg inn í tørv barnanna eftir teirra fortreytum.

· Gott sosialt umhvørvi. Tað merkir, at øll laga seg eftir hvørjum øðrum við ábyrgd og virðing. At hvør einstakur fær umsorgan og tryggleika. At børnini kunnu spæla saman uttan mun til flokk, aldur, kyn og áhuga og at dentur verður lagdur á frið og samljóð.

· Dialog. Tað merkir, at sjónskt og skapandi samstarv er millum foreldur, skúla og frítíðarstovn. At eitt gott og samskipað kunningarstøði er millum skúlan og frítíðarstovnin.

· Fysiskar karmar. Tað merkir, at karmar um og innihald í frítíðarstovninum verða vird. At rásarúm er til ymisk ítriv í tryggum kørmum og at pláss er fyri tí einstaka.


Sum starvsfólk skalt tú, saman við børnunum, seta ting í gongd og harvið vera partur av at gera dagin í frítíðarstovninum spennandi og mennandi.


Lønar- og setanartreytirnar eru sambært sáttmálan millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF) og Føroya Pedagogfelag.


Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Hervør Nolsøe, leiðara á tlf 280802. Tú kanst eisini vitja okkum á www.snjallabjalla.fo


Umsókn saman við prógvi og viðmælum skal sendast til Snjallabjalla, Skúlavegur 1, 700 Klaksvík ella snjallabjalla@klaksvik.fo Umsóknarfreistin er mánadagin 10. juni 2016, og verða setanarsamrøður í viku 24.