Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Námsfrøðingur til Barnahúsið Margit

Lýsing

Barnahúsið Margit søkir eftir einum námsfrøðingi at byrja 11. august 2014

Starvstíðin er 30 tímar um vikuna.

Starvsstaður: Barnahúsið Margit.

Barnahúsið Margit er ein kommunalur dagstovnur. Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur, eina serstovu og útibarnagarðin Fjallafípan. Stovnurin er normeraður til 106 børn.


Vit vænta, at umsøkjarin:

• arbeiðir inkluderandi

• er opin, erligur og fyrikomandi

• leggur seg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag

• sær avbjóðingar og møguleikar fram um mørk

• ynskir at menna seg námsfrøðiliga og at vera við til at mynda stovnin

hugsar tilvitað um menning fyri tað einstakabarnið

• er týðiligur í samskifti og leggur dent á gott samstarv

• ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin


Les meira um okkum á:
www.margit.fo


Setanaðarviðurskifti:

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF).

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Mari E. Kjølbro, leiðara, á telefon 284530 ella umvegis teldupost: margit@klaksvik.fo.


Umsókn:

Umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum, cv o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi 3. juli 2014.

Barnahúsið Margit

Traðargøta 31

FO-700 Klaksvík

Tel. 284530

T-postur: margit@klaksvik.fo



Klaksvíkar kommuna  –  N. Pálsgøta 32  –  700 Klaksvík  –  Tel. 410000  –  Fax 410001  –  klaksvik@klaksvik.fo  –  www.klaksvik.fo
Harleyfacadeacryl