Blákollan er kommunalur stovnur, ið lat upp 1. januar 2001. Stovnurin hevur vøggustovu og tvær barnagarðsstovur , tilsamans 48 børn
Vit sóknast eftir:
· 1 námsfrøðingi á 35 tímar í barnagarðsstovu við 17 børnum at byrja 1. oktober 2016, ella eftir nærri avtalu.
Vit kunnu bjóða:
- ein stovn í menning, har tú fært møguleika at seta tín dám á gerandisdagin
- 48 fitt børn, ið fegin vilja verða kreativ saman við tær
- ein góðan foreldrabólk
- eitt foreldraráð, ið er opið fyri nýhugsan
- ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum
Vit vænta av tær:
- at tú hevur góð samstarvsevnir
- at tú ert álítandi
- at tú ert sjálvstøðug /-ur
- at tú tekur ábyrgd
- at tú hevur yvirblikk
- at tú kanst menna og stimbra børnini í teirra gerandisdegi
- at tú ert nærverandi, vísir áhuga og góðan hugburð til arbeiðið
- at tær dámar at brúka náttúruna sum ein part av arbeiðinum
Lønar- og setanarviðurskiftir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðisgevarafelag Føroya.
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum skal verða okkum í hendi, í seinasta lagi 15 september 2016. Meira fæst at vita við at venda sær til Elin Mikkelsen, leiðara á tlf 458866 ella 215529
Blákollan
Kjalarvegur 30
700 Klaksvík
Tlf. 458866




