Søkt verður eftir námsfrøðingi til Dagstovnin við Stórá at byrja 02.10.2017 ella skjótast tilberð.
Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum ganga 87 frítíðarskúlabørn.
Starvið er 30 tímar um vikuna og verður sett á stovnin, har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.00 – 17.00, og tá skúlin hevur frí ímillum kl 7.30-17.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya á lønarstigi 11-19
Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Vit ynskja at umsøkjarin:
- Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 6 – 9 ár
- Er íðin, nærlagdur og álítandi
- Hevur góð samstarvsevnir
- Hevur umsorgan og virðing fyri børnunum og vaksnum
- Dugur at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi, og kveikjandi upplivingum og spennandi avbjóðandi tilboðum til hendan barnabólk í einum tryggum og góðum umhvørvi.
Umsóknir og umsóknarfreist
Søk á netinum á www.runavik.fo innan 19.09.2017
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Sonju Olsen leiðara tlf 216630.
Heiðavegur 26
600 Saltangará
runavik@runavik.fo
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo.




