Napolion, tú brúkar nógv orð at sannføra Føroya fólk um, at tú og formaður Javnaðarfloksins á tingi so dyggiliga hava dumpað Heðin Mortensen sum javnaðarmann.
So veit eg ikki, um tað ger meg til ein størri dumpikandidat enn nakran annan, at eg royni meg sum virkin og skapandi borgarstjóri.
Eg skal vera tann fyrsti at geva tær rætt í, at framburður er í Føroyum í dag. Men samstundis kenni eg meg noyddan at minna teg á, at tað eru vinnan og vinnulívsfólk, ið skapa framburðin, og at hesin framburður bert verður skaptur, har fyritreytirnar eru fyri tí og har býarstýri eru vakin og stuðla framburði. So veit eg ikki, um tað eisini er at dumpa…
Tá tað er sagt, so loyvi eg mær at halda, at tað er ikki frítt, at tú hevur lisið frágreiðingina frá Búskaparráðnum upp á sama máta, sum ein ávísur lesur halgubók. Ella hevur tú kanska slett ikki lisið hana, men kortini roynir teg sum próvdómari? Um so er, ert tú sjálvur dumpikandidatur!
Einki kenni eg heldur til, at tað skal vera blivið so trongligt í Javnaðarflokkinum, at pláss ikki er fyri meira enn tí einu meiningini. So leingi, sum pláss er fyri fleiri meiningum, man eisini vera pláss fyri mær í flokkinum – eins væl og tað er fyri tær, Napolion, hóast tú hevur meldað teg út!
Heldur enn at geva mær karakter, átti tú at tosað við hinar borgarstjórarnar og grannabygdirnar hjá tær um, hvussu tit í felag kunnu skapa enn betri karmar fyri menning í Vágum. Eisini kundu tit tá tikið eitt prát um størri eindir, soleiðis sum skrivað verður í síðsta pettinum á síðu 7 í frágreiðingini frá Búskaparráðnum.
Gloym ikki, Napolion, at tit hava havt alla flogferðslu til og úr Føroyum í 45 ár. Hví steðgar meginparturin av teimum umleið 200.000 ferðafólkunum, sum ferðast um flogvøllin, ikki bara í Miðvági, men velur heldur at fara beina leið víðari?
Heðin Mortensen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu




