Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir

nes.fo

Herfyri samtykti býráðið at heiðra einstaklingar úr Nes kommunu, sum vinna gull í Norðurlendskum ella altjóða kappingum.

 

 

Í vikuni bjóðaði býráðið Narva E. B. Jensen og Hans Petur Højgaard á kommunuskrivstovuna at taka ímóti heiðursprógvi og gávu.

Narvi E. B. Jensen vann gull í compound í Norðurlensku meistarakappingini í bogaskjóting fyri U16, sum var í Svøríki í juli 2025.