Virgil Van Dijk og Kevin De Bruyne finnast at Nations League í miðlunum um dagarnar
Liðskiparin hjá Liverpool og Hollandi Virgil van Dijk undrast stórliga yvir hví “landsliðini nú skulu leika 4 dystir eftir eitt langt kappingarár“, sum hann málber seg. Hann heldur at kjansurin fyri at leikarar gerast skaddir í hesum fýra dystum er stórur, nú leikarar eru troyttir eftir eitt langt kappingarár.
Við Manchester Evening News sigur miðvallarin úr Manchester City Kevin De Bruyne bart út, at hann ikki heldur at Nations League hevur nakran týdning yvirhøvur.
UEFA Nations League er ein kapping fyri landsliðini í Evropa, sum byrjaði í 2018. Dystirnir minna um venjingardystir, men har er eitt element av kapping í, við upp- og niðurflyting í fýra bólkar.



