Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Náttarbio í Atlantis á Summar Festivalinum

Danial Viðoy

Ja, hvat er so tað? Náttarbio er stutt og greitt biografur um náttina. Hetta verður roynt á fyrsta sinni á Summar Festivalinum 2014. Tann troytti gesturin fær møguleikan at hvíla beinini eina løtu til ein yndisfilm, sigur Annika S. Biskopstø.

Tað er heldur eingin loyna, at hetta er eitt tilboð til films-elskarar.

– Av tí at filmur og tónleikur ofta gongur hond í hond, og at Atlantis liggur so væl fyri á festivalinum, verður hetta roynt í ár, sigur Annika Steintórsdóttir Biskopstø, ein av fyriskiparunum.

– Vit kunnu siga, at hetta er ein roynd at integrera film ogAtlantis í Summar Festivalin.

– Í ár ætla vit at vísa onkrar serstakar kult-filmar, sum vónandi fer at raka ein breiðan skara.

– So er hetta eisini høvið hjá troyttum festivalgestum at fara undir eitt tak og hvíla beinini til eina øðrvísi filmsuppliving, sigur Annika at enda.

Hetta tiltakið byrjaði í gjár og verður endurtikið í kvøld.