Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Náttarlívið í Klaksvík hevur nógv at bjóða

John William Joensen

hóast sending í SVF royndi at prógva tað mótsatta, sigur eigarin av Barok, Karl Marius Poulsen, sum riggar seg til Norðoyatunnilin.

Við nýggju útgerðini standa vit ikki aftan fyri diskotekini í høvuðsstaðnum, sigur Karl Marius Poulsen, eigari á Barok.
– Talan er um ljós- og roykútgerð og tilsamans kostar íløgan okkum einar 100.000 krónur.
– Vit royndu útgerðina fyri fyrstuferð seinasta vikuskifti og leygarkvøldið var stemningurin í topp.

Norðoyatunnilin
– Eg gleði meg til tunnilin tí við honum verður kundaskarin hjá okkum munandi størri.
– Í sending í sjónvarpinum her fyri varð sagt, at einki dansi stað er í Klaksvík og tí kundi rokanst við at ungdómurin fór at ríma av bygdini um kvøldarnar.
– Eg má siga sum er at eg var púra paff av hesi útsøgnini, sum var søgd upp í saman fleiri ferðir.
– Sjálvur eigi eg eitt diskotek, sum hevur fleiri ár á bakið og er týðandi partur av náttarlívinum í Klaksvík.
– Harafturat hava vit skeinkiloyvi og eru vit sostatt einasta diskotekið uttan fyri høvuðsstaðin við slíkum loyvi.

Einki dansistað til ung í Føroyum
– Vit sum kenna til umstøðurnar vita at tað var rúsdrekkalógin sum gjørdi at eingi dansistøð longur eru til ungar tannáringar.
– Tað er ikki bara í Klaksvík at eingi dansistøð eru til tannáringar, tí støðan er tann sama um alt landið.
– Síðan rúsdrekka lógin kom í gildi eru sera strammar reglur um hvussu og hvar skeinkjast má.
– Áðrenn rúsdrekkalógin kom bleiv rúsdrekka keyp úr Danmark í kassum og tá so farið var til dansitiltøk hevði ungdómur tað við sum tey vildu hava.
– Eg haldi ikki at náttarlívið í Klaksvík stendur aftan fyri tað sum er í høvuðsstaðnum, skilt á tann hátt at sum býur hava vit jú skeinkistøð, matstovur við skeinkiloyvi og eisini diskotek við skeinkiloyvi.
– Úvalið í høvuðsstaðnum er sjálvandi størri, men tað er beinleiðis ósannindi tá ført verður fram at einki náttarlív er í Klaksvík í mun til aðrastaðni.
– Sannleikin er tann at vit eru munandi betur fyri enn flestu plássini her á landi og vit hava tað sama at bjóða sum tey hava í høvðusstaðnum. Men hinvegin hevði tað verið betir um tilboðini vóru fleiri.

Kvinnuligur DJ
Komandi vikuskifti verður fyri fyrstuferð nakrantíð ein kvinnuligur DJ, sum kemur at stjørna diskotekinum.
– Tað er Anna Maria Leivskarð, sum er dóttir fyrrverandi DJ, Jaspur L. Jóhannesen, sum hevði sína
stórheitstíð í 80-unum.
Barok hevur opið fríggjakvøld og leygarkvøld frá kl. 22 til kl. 04