Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Navnframur klaksvíkingur 65 ár í dag

(Hannefía Joensen)

Vit á Norðlýsinum ynskja Edda hjartaliga tillukku á føðingardegnum, og bera við gleði hesa heilsanina frá Símin víðari:

Góði elskaði babba

Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Í dag hevdi eg vilja duga líka væl at skriva sum tú, men tað dugi eg ikki, so tað má bara blíva tað besta eg dugi við fáum orðum.

Hendan myndin er ein sera góð lysing av tær, tað eru serliga tvey ting sum fáa teg at lýsa upp: tíni abbabørn og so góður matur 🙂

Tá ið eg møti fólki á gøtuni og tey fáa at vita, at eg eri sonur til Jógvan Ósá, so er beinavegin reaktiónin tann, at tú dugir so sera væl at orðað teg upp á skrift. Eg má bara taka undir við tí og siga, at eg eri púra samdur í, at tú hevur serlig evnir á tí økinum.

Mítt ynski til tín á hesum degi skal vera, at tú frá nú av skal veruliga byrja upp á at skriva títt lívsverk, tína ævisøgu. Tú ert ongin Bill Clinton ella Aina Cederblom, men tú ert mín pápi og tú hevur uppliva alt møguligt í tínum lívið, sum er sera áhugavert at hoyra teg siga frá. Tú hevur uppliva gamla Sjúrarberg, tú hevur borið mong deyðsboð, tú vart sera væl við tína stóru fyrimynd Jóhan Nielsen, tú fart uppringingar úr Svøríki frá kendum tónleikara, tú bleiv einkjumaður á ungum aldri, tú ert ofta kontaktaður av útvarpsfólki, tí at tú dugir so væl at siga frá øllum møguligum.

Ja tín ævigsøga vildi av sonnum veri ein perla í føroyskari bókmentasøgu.

Babba eg elski teg, sonur tín Símin