Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Navngivnir føroyingar hongdir út

Jóhann Lützen

Tað er ikki við mýkindum, sum føroyingar verða viðfarnir í útlendskum miðlum. Í sjálvum leiðaranum á Jydske Vestkysten verður frámælt at keypa føroyskan fisk, og skribenturin sigur seg hava skomm at vera í ríkisfelagsskapi við Føroyar. Orsøkin er, at føroyingar ikki hava stongt sínar havnir fyri russarum enn.

“Mens færingerne kan hente torsk op af Barentshavet, fanger russerne sild og makrel i færøske farvande og smutter så lige ind i havnen og omlader fangsten til fragtskibe, der sejler den hjem til Rusland.” og hildið verður fram “Lagtinget har valgt pengene frem for kampen mod krigens gru”.

Og sum um tað ikki var nóg ótespiligt, so heldur leiðarin fram við at nevna tveir føroyingar við navni, ið blaðið hevur verið í samband við, og royna at fáa tað at síggja út, sum um teir ikki vilja gjalda prísin fyri at venda Russlandi bakið. Norðlýsið hevur valt ikki at endurgeva nøvnini her.

Leiðarin í Jydske Vestkysten endar við somu áheitan sum yvirskriftin til sama leiðara, “Så køb ikke færøske fisk. De lugter endnu værre end normalt. De lugter af Rusland.”