KÍ og HB viðhaldsfólk meta um klassikaran: Eli Andreasen, KÍ viðhaldsmaður, væntar, at tað verður avgerandi fyri dystin sunnudagin, hvør vinnur slagið um miðvøllin.
Eli Andreasen hevur fylgt KÍ tætt í fleiri ár. Fyri hansara part, so hava dystirnir móti HB eyka stóran týdning.
1. Hvussu ert tú nøgdur við byrjanina hjá KÍ?
Hon er góðtikin. Ein útidystur ímóti TB er altíð torførur, og eg haldi, at áðrenn dystin kundi man verða nøgdur, um man fekk ein javnleik. Men tá ið TB skorar eitt heldur sjáldsamt mál, so haldi eg at man kann iðra seg eitt sindur, at man ikki fekk øll 3 stigini við norður.
Síðani spældi KÍ á heimavølli ímóti einum uppflytara og tað skal geva 3 stig og tað endaði tað eisini við. So samanumtikið er byrjanin góðkend.
2. Hevur HB dysturin eyka stóran týdning fyri teg enn ein vanligur dystur?
Ja, tað kann man róliga siga. Hetta er tann stóri klassikarin í føroyskum fótbólti, og sigurin smakkar betri, tá ið man hevur vunnið á HB enn á øðrum liðum.
3. Hvat fyri dyst væntar tú sunnudagin?
Eg vænti ein javnan dyst við høgum intensiteti. HB kemur nokk at hava bóltin meira, meðan vit koma at síggja eitt uppsett KÍ lið, sum kemur at standa væl á vøllinum og arbeiða grót hart og koyra uppá umstillingar.
4. Hvørjir eru lykla leikararnir hjá báðum liðunum?
Um eg skal byrja við HB, so sleppur man ikki uttanum Fróða Benjaminsen. Hann hevur verið framúr góður leikari fyri HB tey seinastu árini, og hevur kanska borið HB á sínum herum, har teir hava vunnið FM, men man skal heldur ikki gloyma Andrew av Fløtum. Hann er týdningarmikil í uppspælinum hjá HB, tryggur á bóltinum, skapar kjansir og skorar mál.
Hjá KÍ er tað tann nýggi liðskiparin Jonas F. Rasmussen. Hann spældi væl seinasta dyst, og í einum tílíkum dysti er tað týdningarmikið, at hann kemur at ganga á odda og stýra verjuni væl, tí HB er sterkast í álopspartinum.
Hyggur man longur fram á vøllin, so er tað Ndende A. Guéye. Ein fær altíð eitt góðkent avrik frá hansara síðu, og hann kemur at hava ein týðandi leiklut í dystinum um, hvør kemur at hava takið á miðvøllinum.
5. Hvat verður úrslitið?
Tað verður 2-1 til KÍ. Kenan Hajdarevic fær eitt mál, og tað hevði ikki verið so galið, um Páll A. Klettskarð setti hol á málskjótingina, so man hevur tveir áleyparar við sjálvsálitið. Tí aftaná HB dystin koma tríggir torførir útidystir ímóti ávikavist Víkingi, B36 og ÍF.
Les eisini annað KÍ-HB tilfar:
– Vinnur KÍ er alt á gosið í Klaksvík sunnudagin




