Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nei, harra løgmaður Bjørn Kalsø sigur satt!

John William Joensen

Bjørn Kalsø stríddist! men Javnaðarflokkurin stóð ikki saman við Sambandsflokkinum at fáa gjøgnumført, at landið kundi selja óbrúkt og nýggj fiskiloyvi.

Ódámliga undanførslan hjá løgmanni er: ”Men vit høvdu okkara at stríðast við, og málsøkið var nú einaferð tykkara”.

Uppskotið kom frá Bjørn Kalsø:
Vit í samgonguni arbeiddu við uppskoti um, at landið skuldi kunna selja óbrúkt og nýggj fiskirættindi, uttan tó at taka teppið undan verandi vinnu. Harafturat var lógaruppskot um at staðfesta ognarrættin gjørt. Javnaðarflokkurin tók ikki undir við, at uppskotiðini vóru løgd fyri Tingið, tí at Fólkaflokkurin var ímóti. Javnaðarflokkurin leggur seg ofta flatan fyri Fólkaflokkinum.

Úrslitið var, at uppskotið um at selja óbrúkt og nýggj fiskiloyvi, ikki var lagt fyri Løgtingið, og lógaruppskotið um at staðfesta ognarrættin var lagt fram í broyttum líki. Tá mótstríðandi løgfrøðiligar útmeldingar komu um broytta uppskotið, vildi Javnaðarflokkurin, (Hendrik Old tó undantikin), hava uppskotið tikið aftur, fyri heldur at lata rullandi skipanina frá 1998 halda fram. Boð um hetta komu frá løgmanni. Hetta vildu vit í Sambandsflokkinum ikki.

Úrslit:
Sambært umsitingini og uttanhýsis løgfrøðiligum serkunnleika, var uppskotið, sum eg legði fram, í lagi. Vit vildu tó hava allan iva burtur um hetta týdningarmikla mál, og við smávegis broytingum fingu vit allar flokkar, uttan Sjálvstýrisflokkin, at taka undir við endaliga uppskotinum. Eitt bragd í sjálvum sær!

Løgmaður samgonguleiðari í øllim málum:

Síðsta brotið í grein tíni órógvar tó mest. Tú sigur: ”Men vit høvdu okkara at stríðast við, og málsøkið var nú einaferð tykkara”. Soleiðis málber ein samgonguleiðari seg ikki. Skulu úrslit spyrjast, má løgmaður standa øllum landsstýrismonnum við lið, ikki einans teimum úr egnum flokki, sum tín fatan sýnist at vera.

Hinvegin er gott, at tú viðurkennir, at Javnaðarflokkurin ikki hevur prædikað fyri Fiskidagabanka seinastu fýra árini. Tí tað er satt.

Seinastu fýra árini hevur, sum so mangan fyrr, verið ilt at fáa eyga á mun millum C og A. E vil bert loysing. Veljið tí B.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
Sambandsflokkurin

Harleywoodpaint