Kjakið í Degi og Viku týskvøldið avdúkaði enn einaferð sentralistiska hugburðin hjá núsitandi landsstýri, tá ið okkara annars skilagóða landsstýriskvinna í kommunumálum, “frá sínum erliga hjarta” meldaði út, at “man hevur lagt for stór økir út til kommunurnar at umsita”, og journalisturin í KvF var skjótur at kvittera við at siga “tað er nemliga tað”.
Kjakið í Degi og Viku týskvøldiðavdúkaði enn einaferð sentralistiska hugburðin hjá núsitandi landsstýri, tá iðokkara annars skilagóða landsstýriskvinna í kommunumálum, “frá sínum erligahjarta” meldaði út, at “man hevur lagt for stór økir út til kommunurnar atumsita”, og journalisturin í KvF var skjótur at kvittera við at siga “tað ernemliga tað”.
Vit hava sæð taðseinastu árini, hvussu gagnligt tað kann vera fyri samfelagið at útdelegera borgaratænasturfrá landinum og til kommunurnar, tá ið hetta verður lagt til rættis á eintryggan og væl umhugsaðan hátt.
Hesin politikkur, sum Fólkaflokkurin hevur staðið á oddafyri, hevur gagnað samfelagnum, eitt nú við betri tænastu nærri borgaranum, styrktumfólkaræði, tálming av sentraliseringini, fleiri vitanarstørvum kring landið, størrigjøgnumskygni og opinleika v.m.
Barnaansinginblómar
hjá kommununum
Kommunurnar eru betri enn landið at umsita borgaran, tí hareru tey fólkavaldu og teirra umsitingar nærri sínum borgarum og hava fingurin ápulsinum. Kommunurnar síggja betur tørvin, kenna hann nærri at sær, eru tískjótari at taka ábyrgd og handla, og av tí at tær eru smærri enn landið, erutær eisini fleksiblari og hava lættari við at tillaga tænastuna til tørvin.
Eitt dømi um hetta er barnaansingin, sum ikki var nøktandiumsitin, tá ið landið hevði ábyrgd av málsøkinum saman við kommununum. Eftir atkommunurnar fingu fulla ábyrgd av barnaansingini, hækkaði tænastustøðið ábarnaansingarøkinum fleirfalt.
Tað sama hava vit sæð á øðrum økjum, og hóast stutt er fráliðið,síðan kommunurnar fingu fulla ábyrgd av eldraøkinum, eri eg onga løtu í iva um,at kommunurnar eisini verða betur enn landið til at umsita okkara eldruborgarar.
Útdelegering av borgaravendum uppgávum til kommunurnarstyrkir fólkaræðið, tí harvið kemur myndugleikin nærri borgaranum, sum færstørri ávirkan. Eisini gevur hetta størri gjøgnumskygni og opinleika,samstundis sum landið tryggjar eitt nøktandi støði kring alt landið við atáseta lógarkarmarnar fyri málsøkið.
Landsumsitinginer
ímóti útdelegering
Tað er eingin loyna, at sterkar kreftir í landsumsitinginieru hart ímóti, at málsøki verða flutt frá landinum til kommunurnar.
Tí er tað óheppi við úttalilsum sum hesum frá Sirið Stenberg,landsstýriskvinnu, um at “man hevur lagt for stór økir út til kommunurnar atumsita”. Slík orð frá einari landsstýriskvinnu kunnu tulkast sum misálit ákommunurnar og brúkast sum jarnbrot fyri at seta í verk eina óneyðuga ogdýrkandi sentralstýring og eftirlit.
Má viðganga, at eg bleiv ikki kløkkur av, atsjónvarpsverturin í KvF var skjótur at kvittera fyri hesum úttalilsinum frálandsstýriskvinnuni og segði: “tað er nemliga tað”.
Her er alneyðugt við Fólkaflokkinum á løgtingi – saman viðøðrum borgarligum, flokkum – at vera á varðhaldi ímóti, at vit fáa einaumsiting av okkara samfelag, sum er eyðkend av misáliti og dýrum umsitingum.
Ein miðsavnað stýring av samfelag okkara í eini stórari,sentralari landsumsiting verður eyðkend av tungum, umsitingarligum mannagongdumog eftirlitisskipanum, har tað er langt frá borgara til myndugleika, og sumdýrkar og fløkir umsitingina av okkara samfelag, soleiðis at minni partur avskattaborgarans peningi verður eftir til tað, hann er ætlaður.
Nei Sirið Stenberg – kommunurnar umsita ikki ov stór málsøki.Tvørturímóti hava tær víst í verki, at tær eru munandi betur førar fyri at takasær av teimum borgaravendu uppgávunum.
JákupMikkelsen
Løgtingsmaðurfyri Fólkaflokkin




