Neista kvinnurnar ætla at styrkja seg til komandi kappingarár.
Kára á Dunga situr í nevndini, sum tekur sær av besta kvinnuliðnum hjá Neistanum. Hon sigur, at hópurin hjá Neistanum verður mest sum tann sami sum í fjør.
– Onkrir at teimum eldru leikarunum hava tosað um at givist, men tær vilja ikki gevast við einum 3. plássi, sum vit endaðu á í fjør. Tí royna vit at fáa styrk til liðið, sum manglaði i fjør, tá vit mistu skotsterku Barbaru Brauer. So vit hava følarar úti eftir útlendskum bakspælara. Í fjør høvdu vit ein útlendskan leikara til royndarvenjing. Hon vísti dygdir, men var rættuliga ung. Vit hava framvegis samband við hana, so eg veit ikki, um tað endar við henni. Men tað verur so ikki meir enn ein útlendskur leikari í hópinum afturat núverandi hópi. Tað er einki at ivast í, at vit ætla okkum betri úrslit komandi kappingarár enn í fjør, sigur Kára á Dunga við Norðlýsið.
Venjarar hjá Neistanum komandi kappingarár vera Palli Joensen og Flemming Raben.




