Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neistin vann 26-24 á Stjørnuni

Oliver Joensen

Tað gekst onki serligt hjá Stjørnuni í seinna hálvfinaludystinum ímóti Neistanum í kvøld, vit taptu 26-24, men eru víðari.

So var tað avgjørt, Stjørnan er víðari í finaluni. Í kvøld vann Neistin á Stjørnuni 26-24, men tá Stjørnan vann fyrra hálvfinaludystin við 11 málum, so er tað Stjørnan, sum er annað liðið í finaluni.

Hálvleiksstøðan 10-12

Enn er dysturin tættur ímillum Stjørnuna og Neistan í Havn, nú hálvleikur er, er Stjørnan á odda við 12 málum ímóti 10.

Frá heimildarfólki okkara í Havn frætta vit, at dysturin sýnist harður, og at okkara stjørnur brenna illa og hava ikki rættuliga fingið gongd í álopið. Men sum skilst, so hevur malmaður okkara staði sum ein brandur.
Tað var Durita Mikkelsen, ið endaði á skaðastovuni. Sum skilst var ein fingur farin úr lið.

13 min leiktir
Stjørnan á odda

Úr Havn frætta vit, at Stjørnan var á odda 5-4 ímóti Neistanum, tá 13 minuttir vóru leiktir.
Sum skilst var ikki rættulig ferð komin á spælið. Durita Christoffersen var fyri einum óhappi í samanbresti og fekk skaða í ein fingur, hon situr uttanfyri í løtuni.

Harleywoodpaint