Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neistin vann fyrstu finaluna

(Hannefía Joensen)

Heldur óvanta vann Neistin fyrstu finaluna um fm-heiti hjá kvinnu, tá fult uppiborðið vunnu 30-24 á favorittunum úr Stjørnuni

Hóast tað nakað gekk javnt á fyrstu tíggju minuttirnar av dystinum, so sýntist tað, sum at stjørnuleikarnir vóru ikki heilt klárir dystin. Tær gjørdu nógv mistøk, og fingu ongantíð álopsspælið at koyra. Sigast skal, at tær vóru sera óhepnar við avslutningunum í fyrra hálvleiki, tær høvdu fleiri skot á stengurnar. Tað var meira fer yvir spælinum hjá Neistanum og virkaðu neistakvinnurnar meira uppsettar.

Sum fyrri halvleikur leið, økti Neistin støðugt um leiðsluna, soleiðis at hávlleiksstøðan gjørdist 16-9 til Neistan.

Hóast Stjørnan royndi at svara aftur í seinni hálvleiki, so munaði tað ikki. Hvørja ferð Stjørnan hevði hug at minka um munin, so svaraði Neistin aftur. Endaliga úrslitið gjørdist sostatt ein greiður og fult uppiborin sigur til Neistin uppá 30-24.

Enn eru ikki allar súður siftar

Við tapinum í fyrstu finaluni er trýstið stórt á Stjørnuni, men enn eru alla súður ikki siftar. Skírishósdag fáa tær møguleika at gera tað gott aftur, tá næsti finaludystiurin verður leiktur í KÍ-høllini. Treytirnar hjá Stjørnuni eru púra greiðar, dysturin skal vinnast, og tað trúgva vit eisini at tað megna. Dysturin byrjar kl. 15:00. Koyr á Stjørnan